Umhvørvis- og vinnumálaráðið
Útgivið
16. maj 2022
Útgongur
17. juni 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vilt  vera við til at menna føroyskt vinnulív? Trívist  við skiftandi arbeiðsuppgávum og nógvari ferð í eini politiskari fyrisiting? So er hetta eitt starv fyri teg.

Søkt verður eftir løgfrøðingi til fast starv á Vinnudeildini.

Umhvørvis- og vinnumálaráðið er fyrisiting hjá landsstýrismanninum í umhvørvis- og vinnumálum. Arbeiðsuppgávurnar fevna um at ráðgeva landsstýrismanni og leiðslu, at umboða ráðið í tvørgangandi samstarvi og at lýsa, viðgera og avgreiða mál, sum hoyra stjórnarráðnum til.

Starvið

Arbeiðið fevnir m.a. um

  • at fyrireika lógaruppskot og kunngerðir
  • at ráðgeva landsstýrismanninum og leiðsluni
  • at luttaka í og leiða verkætlanir og umboða stjórnarráðið í ymsum høpi
  • at samskifta við og stuðla stovnum undir Umhvørvis- og vinnumálaráðnum

Neyvu arbeiðsøkini verða avtalað við leiðsluna við støði í tørvi og førleikum.

Vit bjóða eitt áhugavert, fjølbroytt og avbjóðandi starv í einum umhvørvi á høgum fakligum stigi. Starvið er krevjandi, og neyðugt er at taka tøk,   á stendur. Uppgávurnar eru skiftandi við nógvum samskifti úteftir.

Førleikakrøv

Umsøkjarar skulu hava løgfrøðiligt embætisprógv.

Vit vænta, at 

  • hevur góð greiningarevni, innlit í samfelagsviðurskifti og politiskt tev
  • hevur góð samstarvsevni
  • arbeiðir miðvíst og sjálvstøðugt
  • hevur góð evni at samskifta í skrift og talu
  • ert tænastusinnað/-ur og fleksibul

Umsøkjarar við royndum úr almennari ella privatari fyrisiting kunnu hava fyrimun.

Lønar- og setanartreytir

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya. Setanin fevnir um Umhvørvis- og vinnumálaráðið og stovnar undir ráðnum umframt Løgmansskrivstovuna og onnur stjórnarráð.

Umsóknarfreist

Umsókn við avriti av prógvum o.ø. skal sendast Umhvørvis- og vinnumálaráðnum á uvmr@uvmr.fo og vera ráðnum í hendi í seinasta lagi 6. juni 2022.

Starvið verður sett frá 1. september 2022 ella skjótast gjørligt. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Pól E. Egholm, deildarstjóra, tlf. 556076.

Vinnudeildin skal tryggja føroyskum vinnulívi kappingarførar og stimbrandi karmar og hevur ábyrgdina av  vinnuliga lógarverkinum. Millum virkisøkini hjá vinnudeildini eru alivinna, sjóvinna, útlendingamál, integratión, arbeiðsmarknaðarmál, ferðavinna, gistingarhús- og matstovuvinna, loftferðsla, landbúnaður, fjarskifti, matvøruframleiðsla og -útflutningur, djór og djóravælferð, brúkara- og kappingarmál, kolvetni, vinnufeløg, íverksetan og skapandi vinnur.

Vinnudeildin varðar av fleiri almennum stovnum og feløgum: Visit Faroe Islands, Fiskaaling, Rúsdrekkasølu Landsins, Heilsufrøðiligu starvsstovuni, Útlendingastovuni, Skráseting Føroya, Brúkaraumboðið, Búnaðarstovuni, Kappingareftirlitinum, Posteftirlitinum, Tryggingareftirlitinum, Fjarskiftiseftirlitinum, Jarðfeingi, Sjóvinnustýrinum, Filmshúsinum, Tónleikaútflutningsstovuni, Vinnuframa og Framtaki.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið