Útgivið
7. december 2021
Útgongur
29. december 2021
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Umsjónarfólk til Mørkina og ognareindina hjá Sunda kommunu

Sunda kommuna søkir eftir trimum ágrýtnum og ábyrgdarfullum umsjónarfólkum, at byrja í føstum starvi 1. februar 2022 ella skjótast til ber.

Vit søkja eftir einum fólki at hava umsjón av Ellis- og røktarheiminum Mørkin og av ítróttarøkinum frammi við Margáum. Og tveimum fólkum til ognareindina, at hava umsjón við kommunalu bygningunum og gera fyrifallandi arbeiði runt um í øllum 11 bygdunum í Sunda kommunu.

Umsjónarfólkini vísa til arbeiðsformannin á ognareindini. Størvini eru fjølbroytt og geva høvi til persónliga og fakliga menning. Tey, ið sett verða koma at arbeiða sjálvstøðugt og í minni toymum.

Útbúgving og royndir:

  • Handverkaraútbúgving
  • Koyrikort er eitt krav
  • Tað er ein fyrimunur, at hava royndir innan timburarbeiði

Setanarviðurskifti:
Talan er um fulltíðarstørv, ið verða lønt sambært sáttmála millum avvarandi fakfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Lillian Jacobsen, tekniska leiðara í Sunda kommunu á 297220 ella lillian@sunda.fo 

Umsókn:
Skrivlig umsókn, saman við lívsrensli skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 29. desember 2021.

Umsóknir skulu sendast til:
sunda@sunda.fo 

Merkið umsóknina “umsjónarfólk til Mørkina” ella “umsjónarfólk til ognareindina” alt eftir hvat av størvunum tú søkir.

Kommunan tilskilar sær rætt til at lýsa størvini av nýggjum, um ikki nóg nógvir ella skikkaðir umsøkjarar eru til størvini.

Líknandi størv

12. februar 2026
12. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið