Lýsing
Umsjónarfólk til veitingar- og ognareindina

Sunda kommuna søkir eftir ágrýtnum og ábyrgdarfullum umsjónarfólki til veitingar- og ognareindina, at byrja í føstum starvi skjótast til ber.
Vit søkja eftir einum fólki til veitingar og ognareindina, at hava umsjón við kommunalu bygningunum, vegum, kloakkum og gera fyrifallandi arbeiði runt um í øllum 11 bygdunum í Sunda kommunu.
Umsjónarfólkini vísa til arbeiðsformenninar á veitingar- og ognareindini. Starvið er fjølbroytt og gevur høvi til persónliga og fakliga menning. Tann, ið settur verður kemur at arbeiða sjálvstøðugt og í minni toymum.
Um teg:
- Tú ert handalig/-ur og hevur royndir frá líkandi starvi
- Tú kanst arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum
- Tú hevur koyrikort
Setanarviðurskifti:
Talan er um fulltíðarstarv, ið verður lønt sambært sáttmála millum avvarandi fakfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Lillian Jacobsen, tekniska leiðara í Sunda kommunu á 297220 ella lillian@sunda.fo
Umsókn:
Skrivlig umsókn, saman við lívsrensli skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 20. apríl 2022
Umsóknir skulu sendast til: sunda@sunda.fo
Merkið umsóknina “umsjónarfólk til veitingar- og ognareindina”.
Kommunan tilskilar sær rætt til at lýsa størvini av nýggjum, um ikki nóg nógvir ella skikkaðir umsøkjarar eru til starvið.