Lýsing
Umsjónarfólk til Viðareiðis kommunu
Viðareiðis kommuna søkir eftir tveimum dugnaligum og álítandi umsjónarfólkum at byrja 1. desember 2021
Vit bjóða:
Áhugaverd størv við fjølbroyttum og mennandi uppgávum, har tú arbeiðir sjálvstøðugt og hevur møguleikar fyri fakligari og persónligari menning.
Arbeiðsuppgávur
Arbeiðsuppgávurnar fevna í høvuðsheitum um viðlíkahald og umvæling av kommunalum bygningum, gøtuljósum og vegum, útbygging av spillvatnsætlan, umsiting og viðlíkahald av vatnskipan, salting, skráseting av leiðingum í ArcGis og annað fyrifallandi arbeiði.
Førleikakrøv
Tey, ið sett verða, skulu helst hava eina handverkaraútbúgving ella royndir innan økið. Harumframt er tað ein treyt at hava koyrikort til persónbil. Ein fyrimunur er, um tú hevur stóra koyrikortið.
Har afturat vænta vit:
- At tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt
- Hevur góð samstarvsevni
- Dugir at loysa trupulleikar, tá á stendur
- Ert fyrikomandi, fleksibul, røkin og ruddiligur
Lønin verður sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelag og avvarandi fakfelag
Umsóknir, saman við avriti av prógvi, møguligum viðmælum og royndum, skulu sendast til info@vidareidi.fo í seinasta lagi 20. november.
Meiri fæst at vita um størvini við at venda sær til Maritu Sumberg, borgarstjóra á tlf 231090