Sunda Kommuna
Útgivið
21. oktober 2025
Útgongur
7. november 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Sunda kommuna søkir eftir ágrýtnum og ábyrgdarfullum umsjónarfólki til ognareindina, at
byrja í føstum starvi skjótast til ber.

Vit søkja eftir einum fólki til ognareindina, ið kemur at verða partur av eini eind, sum tekur sær
av viðlíkahaldinum av kommunalu bygningunum í Sunda kommuna. Eisini er tað nýgerð, røkt
og fyrifallandi arbeiði runt um í øllum 11 bygdunum í Sunda kommunu.

Umsjónarfólk vísa til arbeiðsformannin á ognareindini. Starvið er fjølbroytt og gevur høvi til
persónliga og fakliga menning. Tann, ið settur verður kemur at arbeiða sjálvstøðugt og í minni
toymum.

Um teg:
Vit vænta, at tú hevur royndir við handaligum arbeiði, og/ella handverkara útbúgving.
Somuleiðis vænta vit, at tú ert røkin, arbeiðs-som/amur og hevur áhugað og sær týdningin av
slíkum arbeiði fyri trivnaðin í kommununi. Tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt, ert fyrikomandi og
gevur eitt jaligt íkast til ognardeildina. Kommunan hevur fleiri bygningar og nógv ymisk
starvsfólk og starvsbólkar húsast í kommunalu bygningunum. Tískil hevur tað stóran týdning,
at viðkomandi ið settur verður, er tænastusinnaður og dugir væl við fólki.

Setanarviðurskifti:
Talan er um eitt fulltíðarstarv, arbeiðstíðin er ímillum kl. 08.00 og 16.00 gerandisdagar, ið
verður lønt sambært sáttmála millum avvarandi fakfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Súsonnu Á. Jensen, tekniska leiðara í Sunda
kommunu á 297220 ella susanna@sunda.fo

Umsókn:
Umsókn við neyðugum skjølum skulu sendast við telduposti til sunda@sunda.fo, og skulu vera
kommununi í hendi í seinasta lagi fríggjadag 07. novembur 2025
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Merkið umsóknina “umsjónarfólk til ognareindina”.

Kommunan tilskilar sær rætt til at lýsa starvið av nýggjum, um ikki nóg nógvir ella skikkaðir
umsøkjarar eru til starvið.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið