Lýsing
Landsverk søkir eftir fólki til parttíðarstarv á tyrlupallinum í Klaksvík.
Arbeiðsuppgávur
- Tyrluavgreiðsla
- Fyrireiking av pallinum og avgreiðsla av ferðafólki og farmi
- Røkt av tyrlupallinum
- Bunkring av olju til tyrluna
- Veiting av øðrum tænastum viðvíkjandi tyrluni
Førleikakrøv
Starvið ber við sær, at ein fylgir nógvum fastløgdum mannagongdum. Tí er umráðandi, at tú hevur yvirlit og hevur áhuga í at arbeiða eftir fyriskrivaðum reglum og mannagongdum. Harumframt skal tú hava telduførleikar, soleiðis at tú kanst samskifta umvegis teldupost og brúka rokniark.
Tú ert fyrikomandi, dugir væl við fólki og tímir at hava við ferðafólk at gera. Harafturat vænta vit, at tú ert arbeiðssam/ur, dugnalig/ur og vælskipað/ur. Tú arbeiðir sjálvstøðugt, ert fyrikomandi og ein arbeiðsglaður viðleikari, ið gevur eitt jaligt íkast til arbeiðsplássið.
Viðkomandi skeið innan tyrlubunkring er ein fyrimunur, tó ikki ein treyt. Hinvegin er tað eitt krav, at tú luttekur í førleikamenning, skeiðum o.a., ið stovnurin ella okkara samstarvspartar skipa fyri.
Setanarviðurskifti
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála hjá avvarandi arbeiðarafelag.
Talan er um tímalønt parttíðarstarv, har arbeiðstíðirnar eru treytaðar av tyrluflúgvingini. Vanlig rutuflúgving er mikudag, fríggjadag og sunnudag, og um summarið eisini mánadag.
Henda avgreiðslan tekur umleið 15 tímar um vikuna. Afturat hesum kemur, at
tyrlupallurin skal vera opin í sambandi við aðra tyrluflúgving, t.e. leigutúrar, leiting &
bjarging v.m.
Umsóknir
Umsókn við lívsrensli (cv) kann sendast umvegis okkara heimasíðu www.landsverk.fo og skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 14. februar 2025
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Dan Sofus Hofgaard, deildarleiðara, á tel. 290 873 ella umvegis teldupost daho@lv.fo.