Lýsing
Sunda kommuna søkir eftir ágrýtnum og ábyrgdarfullum umsjónarfólki til umhvørvisplássið, at byrja skjótast gjørligt.
Um starvið
Vit søkja eftir fólkið at vara av umhvørvisplássinum sum eru í Sunda kommunu, taka sær av umhvørvisplássinum, reinhaldi av kommununi og skaðadjóratýning, runt um í øllum 11
bygdunum í Sunda kommunu. Tú verður partur av veitingareindini og kemur eisini at luttaka í dagliga arbeiðinum á eindini.
Umsjónarfólkið vísir til arbeiðsformannin. Starvið er fjølbroytt og avbjóðandi og gevur høvi til persónliga og fakliga menning. Tann, ið settur verður kemur at arbeiða sjálvstøðugt og í minni toymum.
Um teg
Vit vænta, at tú hevur royndir við handaligum arbeiðið. Somuleiðis vænta vit, at tú ert røkin, arbeiðs-som/amur og hevur áhugað og sær týdningin av slíkum arbeiðið fyri trivnaðin í kommununi. Tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt, ert fyrikomandi og gevur eitt jaligt íkast til Veitingareindina. Kommunan hevur fleiri bygningar og nógv ymisk starvsfólk og starvsbólkar runt í kommunalu bygningunum. Tískil hevur tað stóran týdning, at viðkomandi ið settur verður, er tænastusinnaður og dugir væl við fólki.
Setanarviðurskifti
Talan er um eitt fulltíðarstarv, arbeiðstíðin er ímillum kl. 08.00 og 16.00 gerandisdagar, Tó er umhvørvisplássi opið til kl 18 mikudagar og leygardag frá 13-17. ið verður lønt sambært
sáttmála millum avvarandi fakfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Súsonnu Á. Jensen, tekniska leiðara í Sunda kommunu á 297220 ella susanna@sunda.fo
Umsókn
Umsókn við neyðugum skjølum skulu sendast við telduposti til sunda@sunda.fo, og skulu vera kommununi í hendi í seinasta lagi fríggjadag 7.Novembur 2025
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Merkið umsóknina “umsjónarfólk til umhvørvisplássið”.
Kommunan tilskilar sær rætt til at lýsa starvið av nýggjum, um ikki nóg nógvir ella skikkaðir
umsøkjarar eru til starvið.