Lýsing
Hevur tú eginleikar at kveikja forvitni og stimbra læring hjá næmingum og lesandi á Glasi? Og hevur tú áhuga, saman við tínum starvsfeløgum, at menna lestrarumhvørvið, lærugreinarnar og útbúgvingarnar? So vóna vit, at tú søkir starv sum undirvísari á Glasi.
Á Glasi eru áleið 1.500 næmingar, lærlingar og lesandi, og her starvast um 250 starvsfólk. Til komandi skúlaár 2025/2026 søkja vit eftir undirvísarum til gymnasialt miðnám, hægri nám, serbreyt og føroyskt sum annaðmál.
Á gymnasialum miðnámi sóknast vit eftir undirvísarum til hesar lærugreinar:
· Alisfrøði· Altjóða búskapur
· Danskt
· Dekoratión
· Enskt
· Evnafrøði
· Fígging
· Fotografi
· Franskt
· Føroyskt
· Heimspeki
· Innovatión
· Ítróttur
· Kunningartøkni
· Lívfrøði
· Landafrøði
· Miðlakunnleiki
· Myndlist
· Religión · Samfelagsfrøði
· Stjørnufrøði
· Sálarfrøði
· Spanskt
· Søga
· Støddfrøði
· Sølubúskapur
· Tónleikur
· Vinnurættur
· Virkisbúskapur
Á hægri námi søkja vit eftir undirvísarum til hesar útbúgvingar:
- Byggifrøði
- Diplomútbúgving í leiðslu (DLÚ)
- HD - verkætlanarleiðsla og samskifti
- Fíggjarbúskapur
Vit søkja eftir undirvísarum til serbreytina.
Vit søkja eftir undirvísarum til føroyskt sum annaðmál.
KUNNING
Tú er vælkomin at trýsta á leinkini og lesa nærri um útbúgvingar og lærugreinar ella umvegis glasir.fo/utbugvingar og glasir.fo/laerugreinar.
FØRLEIKAR Sum undirvísari á gymnasialum miðnámiskalt tú hava akademiskt kandidatprógv, master ella aðra hægri útbúgving, sum gevur førleikar at undirvísa í einari ella fleiri lærugreinum á miðnámsstigi. Námsfrøðilig útbúgving til miðnám ella líknandi, kann vera ein fyrimunur. Somuleiðis kunnu viðkomandi starvsroyndir ella viðkomandi eftirútbúgving vera fyrimunir. Hugt verður eisini eftir hóskandi lærugreinasamanseting, tá mett verður um umsóknirnar.
Sum undirvísari á hægri námiskalt tú hava viðkomandi hægri útbúgving. Tað kann vera ein fyrimunur at hava viðkomandi starvs- og/ella undirvísingarroyndir.
Harnæst eru førleikarkrøvini ymisk í ymsu lærugreinunum ella útbúgvingunum:
- Byggifrøði: Útbúgving sum byggifrøðingur ella aðra hægri útbúgving. Royndir innan handverk og hollur kunnleiki til BPS og Revit, kunnu vera fyrimunir.
- Fíggjarbúskapur: Búskaparliga útbúgving á masterstigi ella samsvarandi, og góð evni at arbeiða í tvørfakligum toymi. Starvsroyndir í fíggjargeiranum og búskapi/grannskoðan, kunnu vera fyrimunir.
- HD: Viðkomandi útbúgving á masterstigi ella samsvarandi. Starvsroyndir á verkætlanar- ella samskiftisøki, kunnu vera fyrimunir.
- DLÚ: Viðkomandi kandidat- ella masterútbúgving. Viðkomandi leiðslu- og undirvísingarroyndir, kunnu vera fyrimunir.
Sum undirvísari á serbreytiniskalt tú hava námsfrøðiliga útbúgving - eitt nú útbúgving sum lærari, námsfrøðingur ella aðra viðkomandi hægri útbúgving. Starvsroyndir á serøkinum og/ella hóskandi yrkisfakligir førleikar, kunnu vera ein fyrimunur. Tá mett verður um umsóknirnar, verður eisini hugt eftir samansetingini av førleikum í undirvísingartoyminum, í mun til tørvin hjá okkara næmingum.
Sum undirvísari í føroyskum sum annaðmál er neyðugt, at tú hevur diplomútbúgving í føroyskum sum annaðmál ella í annaðmálsundirvísing. Um eingin umsøkjari lýkur hesi krøv, kann annar umsøkjari, sum hevur viðkomandi starvsroyndir ella útbúgving í máli, verða sett/ur. Tann, ið verður sett/ur í starvið, skal vera sinnað/ur at fáa sær útbúgving í annaðmálsundirvísing.
UMSØKJARAR
Sum undirvísari á Glasi, verður tú virkin partur at útbúgva og búgva næmingar og lesandi. Vit vænta tískil at:
- tú miðlar undirvísingina á kveikjandi hátt
- tað fellur tær lætt at knýta samband við næmingarnar og/ella tey lesandi
- tú stuðlar góða felagsskapinum og samstarvinum á skúlanum, og ert virkin partur av m.a. flokstoyminum og fakbólkum
- tú hevur hug, í tøttum samstarvi við starvsfelagar og næmingar, at menna eitt spennandi námsfrøðiligt, lærings- og lestrarumhvørvi
SETANARVIÐURSKIFTI
Størvini á gymnasislum miðnámi verða sett sambært sáttmála millum Yrkisfelagið Miðnám (YF) og Fíggjarmálaráðið, við starvsbyrjan 1. august 2025. Starvsstaðurin er á Glasi.
Størvini á hægri námi verða sett sambært sáttmála millum avvarðandi fakfelag (eitt nú FTL, AKF ella YF) og Fíggjarmálaráðið. Talan er um parttíðarstørv, við starvsbyrjan 25. august 2025. Starvsstaðurin er á Glasi.
Størvini á serbreytini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Tekniska Lærarafelag (FTL) og Fíggjarmálaráðið, við starvsbyrjan 1. august 2025. Starvsstaðurin er á Glasi.
Størvini í føroyskum sum annaðmál verða sett sambært sáttmála millum Yrkisfelagið Miðnám (YF) og Fíggjarmálaráðið, við starvsbyrjan 1. august 2025. Høvuðsstarvsstaðurin er á Glasi. Tó kann partur av undirvísingini verða skipaður í Vágum ella aðrastaðni. Undirvísingin verður skipað sum dag-, seinnaparts- og kvøldundirvísing, og verður hetta avtalað nærri eftir setan.
Størvini kunnu verða sett sum føst størv, ársvikariat ella tímalærarastørv.
SOLEIÐIS SØKIR TÚ
Umsóknir, prógv og CV v.m. verður sent umvegis talgilda umsóknarskjalið ástarv.glasir.fo.
Ynskir tú at vita meira um størvini, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Hallu S. Midjord, HR og menning, umvegis hsm@glasir.fo ella 265951.
FREISTIN AT SØKJA ER SUNNUDAGIN 20. APRÍL 2025