Ítróttarfelagið Argir
Útgivið
29. maj 2024
Útgongur
11. juni 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Ítróttarfelagið Argir - ÍA - leitar eftir einum ágrýtnum og nærløgdum ungdómsvenjara. Talan er um eitt spennandi og mennandi starv, har dentur verður lagdur á menning og venjing av okkara ungu, í okkara verð, stjørnum. Starvið er 25 tímar um vikuna, íroknað dystir í vikuskiftinum.

Arbeiðsuppgávur
Tú verður høvuðsvenjari fyri øll liðini í felagnum frá U9 til U1 6, har tú kemur at hava ábyrgdina av at menna og venja okkara ungu leikarar tvørtur um aldursbólkar

Tú kemur at arbeiða eftir virðisgrundarlagnum: “Breiddin í miðdeplinum – miðdepilin breiður”. Felagið miðar ímóti, at allir leikarar fáa møguleika at kenna seg sum partur av felagnum og liðinum. Og at tað eru øll rundan um felagið: leikarar, foreldur, hjálparfólk og argjafólk, sum saman bera felagið framá. Sum ungdómsvenjari kemur tú at verða við til at tryggja, at hesi virðir eyðmerkja alt felagið.

Tú fert at arbeiða saman við hjálparvenjarum, foreldraumboðum og nevndini við at skapa eitt jaligt og mennandi umhvørvi fyri leikarar og foreldur.

Førleikar
Vit vænta, at tú hevur royndir sum hondbóltsvenjari, og at venja ungdómslið. Tú skalt hava gott innlit í teknisk, taktisk, kropslig, mental og sosial viðurskifti í samband við hondbólt.

Vit vænta, at tú kanst miðla tína vitan og áhuga fyri hondbólti til leikararnar á ein kveikjandi og skilligan hátt.

Vit vænta, at tú kemur at hava stóra ávirkan á menningina av ungu leikarunum í felagnum, tí er tað av týdningi, at tú arbeiðir sjálvstøðugt og forvirkið, og ert til reiðar at taka ábyrgd, og tað er av alstórum týdningi, at tú dugir og tímir at arbeiða við børnum og ungdómi.

Vit bjóða
Eitt spennandi og avbjóðandi starv, har tú fært møguleikan at verða við til at menna hondbóltsleikarar til framtíðina og eitt hondbóltsfelag fyri framtíðina.

Møguleika at seta tíni fingramerki á eitt felag í menning í einum øki, har stórt potentiali er fyri menning og vøkstri.

Løn eftir avtalu.

Umsókn
Umsókn við CV kann sendast til itrottarfelagid.argir@gmail.com í seinasta lagi 11. juni 2024. Setanarsamrøður verða hildnar leypandi og vit vænta at seta rætta umsøkjara í starv skjótast gjørligt.

Vit gleða okkum til at hoyra frá tær.

Um tú hevur spurningar, ert tú vælkomin at venda tær til Rudi Olsen, forkvinnu, á tlf. 292422.

Líknandi størv

Barrleiðari til ’Tubbak’   Faroe Islands nýtt
6. februar 2026
Barrtænari til ’Tubbak’   Faroe Islands nýtt
6. februar 2026
6. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið