P/F SMYRIL-LINE
Útgivið
6. januar 2023
Útgongur
6. marts 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Í siglandi toyminum umborð á Norrönu leggja vit stóran dent á hugna, samanhald og at geva gestunum upplivingar.

Umborð hava vit kafeteria, buffet matstovu og a la carte matstovu, og tí eru nógvar spennandi uppgávur í køkinum.

Sum uppvaskari kemur tú at vaska borbúnað, grýtur o.a., so reinføri lýkur høgu krøvini, sum eru umborð. Eisini kemur tú at skipa og raðfesta týdningarmestu uppgávurnar í samstarvi við køksleiðararnar.

Tú verður partur av okkara stóra toymi, og vit taka væl ímóti tær.


Vit virðismeta allarmest títt virkni, og at tú heldur, at reinføri er grundarsteinurin í einum væl skipaðum køki, og at góð tænasta ger allan munin. Trygdin hevur stóran týdning umborð, og tí er týdningarmikið, at tú dugir at orða teg á enskum.

Starvssetan- og treytir
Talan er um fyribils tíðaravmarkað starv frá fyrst í mars 2023 til seinast í oktober 2023, men við møguleika fyri at leingja setanina.

Tú siglur 1:1, ið merkir, at hevur tú verið 4 vikur umborð, fært tú eisini løn tær 4 komandi vikurnar heima.

Trygdin er grundarsteinurin í øllum, sum vit gera, og tí bjóða vit eisini trygdarskeið umborð.

Setanartreytir sambært sáttmála millum Føroya Fiskimannafelag & Reiðarafelagið fyri Handilsskip.

Freistin at søkja
Umsóknarfreistin er 6. mars 2023. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi. 

Tú søkir starvið við at senda tína umsókn til starv@smyrilline.fo. Viðmerk “Uppvaskari til Norrønu” í evnisteigin.

Dugnaligu køksleiðararnir, Jean Alex Midjord og Helgi Bláskor, vita meira um størvini. Tú er vælkomin at ringja til teirra á tel. 344835 ella senda teimum ein fyrispurning umvegis executivechef@norrona.fo.

Um Smyril Line
Høvuðsvirksemið hjá Smyril Line er at reka ferðafólka- og farmavirksemi. Smyril Line eigur størsta ferðafólkaskipið í Norðuratlantshavi, Norrönu. Harumframt eigur Smyril Line farmaskipini Eystnes, Hvítanes, Mykines og Akranes og rekur farmaskipið Mistral. Flutningsfyritøkan OCD, Hotel Hafnia og Hotel Brandan, eru eisini partur av Smyril Line samtakinum. Smyril Line hevur virksemi og skrivstovur í Føroyum, Danmark, Íslandi, Týsklandi og Hollandi.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið