Lýsing
Vilt tú vera við til at menna útbúgvingar og undirvísing á okkara føroyska universiteti?
Eitt spennandi og fjølbroytt starv sum útbúgvingarsamskipari á Fróðskaparsetri Føroya er leyst at søkja. Starvið verður sett skjótast til ber.
Fróðskaparsetur Føroya er í støðugari menning við vaksandi tali av lesandi og útbúgvingum umframt øktum granskingarvirksemi. Sum útbúgvingarsamskipari fert tú at hava ein týðandi leiklut í at tryggja góðsku og framburð í útbúgvingar- og undirvísingararbeiðinum á Setrinum.
Starvsøki
Útbúgvingarsamskiparin er bindiliðið millum fakliga umhvørvið á deildunum og lestrarfyrisitingina.
Nógv samskifti er við undirvísarar, granskarar og onnur í fyrisiting Setursins.
Tú verður partur av einum virknum toymi av útbúgvingarsamskiparum á Lestrarskrivstovuni, og tínar høvuðsuppgávur fevna millum annað um:
- at samskipa og ráðgeva í sambandi við karmar fyri útbúgving og undirvísing
- at greina og samskipa mannagongdir, sum fremja okkara góðskutryggingarmál
- at samskipa próvtøkur á Setrinum
- at leggja til rættis, saman við øðrum, karmar fyri ymsu útbúgvingarnar, skeiðini og verkætlanirnar
- at samstarva við undirvísarar, granskarar og próvdómarar
Førleikakrøv Vit vænta, at tú:
- hevur viðkomandi universitetsútbúgving
- hevur góðan málkunnleika, serliga í føroyskum, skandinaviskum og enskum
- hevur góðan førleika at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum umframt góð evni at samskifta
- ert proaktiv/ur, jalig/ur og sært møguleikar fram um forðingar
- nært ásettum málum og trívist væl við nógvum ymiskum arbeiðsuppgávum
- hevur evni at tillaga teg til broyttar arbeiðsumstøður
- hevur viðkomandi arbeiðsroyndir
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya, ið sæst her. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum avvarðandi fakfelag og Fíggjarmálaráðið.
Umsókn
Við umsóknini skulu leggjast avrit av próvskjølum, yvirlit yvir útbúgvingargongd og arbeiðsroyndir. Tú søkir starvið her
Freist
Umsóknarfreistin er 28. januar 2026.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Ninnu Reinert, lestrarskrivstovuleiðara, á tlf. 299408, ella ninnar@setur.fo,
Um Fróðskaparsetrið Fróðskaparsetur Føroya - føroyska universitetið - er vísindaligur granskingar- og útbúgvingardepil. Fróðskaparsetrið bjóðar undirvísing og gransking á altjóða stigi og virkar fyri burðardyggari samfelagsmenning og nýskapan í Føroyum. Fróðskaparsetrið er sjónligt og tryggjar, at vísindalig grund er undir mentanarligum, samfelagsligum og vinnuligum virksemi í landinum. Á Fróðskaparsetrinum eru 25 útbúgvingar, umleið 1000 lesandi og 180 starvsfólk. Í øllum okkara virki er tað okkara skylda at veita javnbjóðis møguleikar, virka fyri inklusjón og at stimbra trivnaðin hjá lesandi og starvsfólki í góðum menningarumhvørvi. Les meira um Setrið á www.setur.fo