Lýsing
Í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum eru størv leys at søkja. Størvini eru í Uttanríkistænastuni og á Vinnudeildini.
Talan er um spennandi størv í einum umhvørvi á høgum fakligum stigi. Uppgávurnar eru skiftandi við nógvum samskifti úteftir. Uppgávurnar eru fjølbroyttar, størvini mennandi og neyðugt er at taka tøk, tá á stendur. Hóast starvið er sjálvstøðugt og ábyrgdin stór, verða uppgávurnar loystar í samstarvi við starvsfelagar.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið er fyrisiting hjá landsstýrismanninum í Uttanríkis- og vinnumálum, og ráðsuppgávurnar fevna um at ráðgeva landsstýrismanni og leiðslu, at umboða ráðið í tvørgangandi samstarvi og at lýsa og avgreiða mál, sum hoyra stjórnarráðnum til.
Uttanríkistænastan
Droymir tú um at gerast partur av føroyska diplomatliðinum og kanska eisini ein dag at gerast sendifólk á einari av føroysku sendistovunum?
Í Uttanríkistænastuni eru fimm størv leys at søkja. Talan er um hesi størv:
- Ein fyrisitingar-, fíggjar- og HR ábyrgdara
- Ein løgfrøðing
- Tvey fulltrúastørv
- Eitt avloysarastarv fyri fulltrúa í burðarfarloyvi
Fyrisitingar-, fíggjar- og HR ábyrgdari
Kundi tú hugsað tær eitt fjølbroytt og avbjóðandi starv, har tú hevur ábyrgd av KT-viðurskiftum, starvsfólkamálum/-menning og dámar tær at fáast við fíggjarviðurskifti so sum at gera fíggjarætlanir, tryggja skynsaman rakstur, gera framskrivingar v.m. og afturat hesum luttaka í samstarvsfora við uttanríkistænastum í øðrum londum.
Starvið
Arbeiðið fevnir m.a. um:
- Fíggjarviðurskifti, fíggjarstýring, roknskap o.a.
- KT-viðurskifti
- HR og starvsfólkamál
- Sendistovuskipanina
- At taka lut í fakøkjunum hjá Uttanríkistænastuni
Førleikakrøv
Tú hevur kandidatútbúgving frá hægri lærustovni innan búskaparfrøði ella aðra eins viðkomandi útbúgving.
Tað kann vera ein fyrimunur um tú hevur royndir innan almenna umsiting, fyriskipan ella HR. Strategiskur og praktiskur kunnleiki til KT er somuleiðis ein fyrimunur.
Løgfrøðingur
Tann, ið verður settur í starvið, verður ráðgevi í løgfrøðiligum málum í Uttanríkistænastuni.
Starvið
Arbeiðið fevnir m.a. um:
- At ráðgeva leiðsluni og landsstýrismanninum
- At fyrireika lógaruppskot og kunngerðir
- At samskifta við og stuðla sendistovunum og hinum stjórnarráðunum
- At luttaka í og leiða verkætlanir
- Málsviðgerð
Førleikakrøv
Tann, ið settur verður, skal hava løgfrøðiligt embætisprógv, cand. jur., ella javnbjóðis prógv.
Fulltrúar
Søkt verður eftir tveimum fulltrúum til fast starv í Uttanríkistænastuni. Søkt verður eisini eftir einum fulltrúa til burðarfarloyvisstarv til setan skjótast gjørligt og fram til 1. september 2025.
Starvið
Uppgávurnar í Uttanríkistænastuni eru nógvar og fjølbroyttar, og fyrstu tíðina fara nýsettu fulltrúarnir at virka á fleiri økjum, t.d.:
- Á handilsøkinum
- Á norðurlendska økinum
- Í arktiska samstarvinum
- Á trygdar- og verjuøkinum
- Við fiskiveiðifelagsskapum
- Við public diplomacy og á protokollera økinum
Førleikakrøv
Viðkomandi kandidatútbúgving frá hægri lærustovni, t.d. innan løgfrøði, diplomati, stjórnmálafrøði, búskaparfrøði ella javnbjóðis útbúgving.
Tað kann verða ein fyrimunur, um tú hevur royndir frá almennari umsiting og/ella royndir við diplomatiskum arbeiði, t.d. luttikið í millumtjóða arbeiði.
Vinnudeildin
Á Vinnudeildini er tvey størv leys at søkja. Talan er um ein fulltrúa til fast starv og ein fulltrúa til farloyvisstarv, m.a. til at fyrireika lóggávu á peningastovns- og tryggingarøkinum.
Størvini
Arbeiðið fevnir m.a. um:
- At ráðgeva leiðsluni og landsstýrismanninum
- At fyrireika lógaruppskot og kunngerðir
- At luttaka í og leiða verkætlanir
- At gera greiningar
- At samskifta við og stuðla stovnum undir Uttanríkis- og vinnumálaráðnum
- Málsviðgerð
Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava viðkomandi kandidatútbúgving frá hægri lærustovni, t.d. cand.jur., cand.merc.jur., cand.polit., cand.scient.pol. ella javnbjóðis prógv. Lógarfyrireikandi arbeiði er munandi partur av starvsuppgávunum, og kann tað vera ein fyrimunur, um umsøkjarar hava løgfrøðiligt prógv og/ella royndir við lógarsmíði.
Væntanir til umsøkjarar
Vit vænta, at tú:
- Hevur góð samstarvsevni
- Hevur góð greiningarevni og politiskt tev
- Hevur góð evni at samskifta/samráðast á føroyskum, donskum og enskum í skrift og talu
- Ert tænastusinnað/-ur og fleksibul, miðvís/-ur og dugir at arbeiða sjálvstøðugt
Lønar- og setanartreytir
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag. Setanin fevnir um Uttanríkis- og vinnumálaráðið og stovnar undir tí umframt Løgmansskrivstovuna og onnur stjórnarráð.
Farloyvisstarvið í Uttanríkistænastuni er frá setan til 1. september 2025. Starvstíðin kann verða longd.
Farloyvisstarvið á Vinnudeildini er frá setan til 1. juli 2025. Starvstíðin kann verða longd.
Tað er ein treyt fyri at verða settur í starv á Uttanríkistænastuni at viðkomandi kann trygdargóðkennast sambært galdandi reglum. Fyri størvini í Uttanríkistænastuni kann roknast við nakað av ferðing.
Roknast kann við, at arbeiðstíðin til tíðir fellur uttanfyri vanliga arbeiðstíð.
Nærri kunning um størvini
Umsøkjarar eru vælkomnir at venda sær til Herálv Joensen, aðalstjóra, á telefon 556090 ella umvegis teldupost til heralvurj@uvmr.fo ella Gunnar Holm-Jacobsen, deildarstjóra, á telefon 556106 ella umvegis teldupost gunnarh@mfa.fo fyri at fáa nærri upplýsingar.
Umsóknarfreist
Umsóknir við avriti av prógvum o.ø. skulu vera Uttanríkis- og vinnumálaráðnum í hendi í seinasta lagi 18. august 2024. Størvini verða sett skjótast gjørligt.
Umsóknir skulu sendast uvmr@uvmr.fo
Í umsóknini skal tilskilast, hvat starv søkt verður um.
Uttanríkistænastan stendur fyri og skipar uttanríkispolitiska arbeiði landsstýrisins. Arbeiðsøkið fevnir um millumlandasamstarv, heruppií handilsviðurskifti, trygdarmál, havtilfeingi, økisbundið samstarv, heruppií norðurlendska og arktiska samstarvið, altjóðarætt, tjóðarbranding, útflutningsframa, protokoll og konsularviðurskifti. Sendistovurnar í Brússel, London, Reykjavík, Keypmannahavn, Moskva, Tel Aviv, Beijing og Washington eru partur av Uttanríkistænastuni.
Vinnudeildin skal tryggja føroyskum vinnulívi góðar og stimbrandi karmar og hevur ábyrgdina av tí vinnuliga lógarverkinum. Millum virkisøkini hjá Vinnudeildini eru alivinna, sjóvinna, ferðavinna, loftferðsla, landbúnaður, fjarskifti, matvøruframleiðsla og -útflutningur, djór og djóravælferð, kappingarmál, kolvetni, vinnufeløg, íverksetan og skapandi vinnur.
Vinnudeildin varðar av fleiri almennum stovnum og feløgum: P/F Visit Faroe Islands, P/F Fiskaaling, Heilsufrøðiligu starvsstovuni, Vinnustovninum, Búnaðarstovuni, Jarðfeingi, Sjóvinnustýrinum, Filmshúsinum, Tónleikaútflutningsstovuni, Vinnuframa og Framtaki.