VÁGS KOMMUNA
Útgivið
6. oktober 2022
Útgongur
20. oktober 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Vitjandi
9

Lýsing

Søkt verður eftir húsavørði til húsavarðartænastuna hjá Vágs Kommunu. Talan er um eitt fulltíðarstarv at byrja skjótast til ber. Okur leita eftir einum húsavørði, sum hevur starvsroyndir og útbúgving, sum handverkari ella maskinmeistari.

 

Arbeiðsuppgávur:

Húsavørðurin kemur at hava umsjón og rakstur av/við ognum hjá Vágs Kommunu og eru uppgávurnar sera fjøltáttaðar. Húsavørðurin kemur eisini at røkja bygningarnar og økini kring bygningarnar. Húsavørðurin fær hartil ábyrgd av øllum tekniskum skipanum í bygningunum og verður ein av uppgávunum at menna hesar skipanir. Til tíðir kann væntast, at húsavørðurin kemur, at hjálpa til á øðrum deildum á tekniska økinum hjá kommununi.

Førleikar:

  • Okur ímynda okum, at rætti umsøkjarin hevur útbúgving, sum maskinmeistari ella handverkari.
  • Umsøkjarin má duga, at arbeiða sjálvstøðugt, verða fyrikomandi og duga væl at samstarva við bæði starvsfólk og borgarar.
  • Tað er umráðandi at umsøkjarin dugir at loysa trupulleikar, arbeiða sjálvstøðugt og hevur gott handalag.

Setanarviðurskifti:
Starvið er fultíðarstarv, við starvsbyrjan skjótast gjørligt.

Húsavørðurin verður partur av húsavarðartænastuni, ið vísir til teknisku deild.

Lønar- og setanarviðurskifti verða sambært sáttmála millum KAF og avvarðandi yrkisfelag.

Umsókn skal, saman við CV, avriti av prógvum, viðkomandi skjølum og møguligum viðmælum, sendast til jakup@vagur.fo.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Jákup Olsen, tekniski leiðari, á telefon 23 93 02 ella á teldupost jakup@vagur.fo.

Umsøkjarin má tola ávísar broytingar í starvinum og í starvssetanini.

Vágs Kommuna skilar sær rætt til at velja ímillum umsøkjararnar ella ongan at seta.

Barnaváttan, sambært barnaváttanarlógini §4, skulu fyriliggja, áðrenn umsøkjari verður settur.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Umsóknirnar skulu verða Vágs Kommunu í hendi í seinasta lagi 20. oktobur 2022 klokkan 12.00.

Líknandi størv

Sjúkrarøktarfrøðingur til B7   Faroe Islands nýtt
2. december 2022

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið