Bakkafrost
Útgivið
24. marts 2026
Útgongur
12. april 2026
Staður
Falkland Islands (Malvinas)
Starvsstaður
Slag
Faklært, Ófaklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Vit byrja okkara virksemi á lívfiskastøðini í Svínoy í næstum og søkja tí eftir fiskarøktarum at arbeiða í vaktarskipan.

Á lívfiskastøðunum arbeiða vit við at menna og kynsbøta føroysku laksastammuna og framleiða rogn til smoltstøðirnar hjá Bakkafrost. Virksemið fevnir um støðirnar í Svínoy, við Áir, í Skopun og á Húsum.

Uppgávurnar í starvinum sum vaktarfólk eru m.a.:

  • at røkta fiskin
  • at brúka ymiska tekniska útgerð
  • at stýra vatngóðskuni
  • at virka til frama fyri fiskaheilsu og fiskavælferð

Arbeitt verður í vaktarskipan, sum er skipa við 2 vaktarvikum og 2 frívikum. Vaktarfólkið býr á støðini í vaktarvikunum.

Tín vangamynd
Tú ert ágrýtin, álítandi og ábyrgdarfull/ur. Tú ert fleksibul og kanst traðka til í samband við sortering, strúking og um okkurt óvæntað kemur fyri eftir vanliga arbeiðstíð. Tað er ein fyrimunur um tú hevur royndir innan aling, men um tú ikki hevur royndir innan aling, fært tú góða upplæring frá okkum.

Vit bjóða
Talan er um avbjóðandi og spennandi størv í eini fyritøku, sum er í støðugari menning. Vit leggja stóran dent á at hava eitt trygt og gott arbeiðsumhvørvi og bjóða tær góðar starvsfólkatryggingar. Løn og setanartreytir eru sambært alarasáttmálanum millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Arbeiðarafelag.

Meira at vita?
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jonhard Eysturskarð, leiðara á lívfiskastøðini, á tel. 23 58 28, ella við telduposti til joey@bakkafrost.com ella Unu Hansen, varaforkvinnu, á tel. 23 57 33, ella við telduposti til unha@bakkafrost.com

Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna niðanfyri. Umsóknarfreistin er 12. apríl 2026. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið