Lýsing
Vaktarfólk til lívfiskastøðina við Áir
Nú er eitt starv sum fiskarøktari í vaktarskipan á lívfiskastøðini við Áir leyst at søkja. Á lívfiskastøðini arbeiða vit við at menna og kynsbøta føroysku laksastammuna og framleiða rogn til smoltstøðirnar hjá Bakkafrost. Vit kanna eisini mótstøðuføri hjá føroyska laksinum ímóti ymiskum sjúkum.
Sum fiskarøktari kemur tú inn í eitt toymi av fiskarøktarum, lívfrøðingum og maskinfólki, sum ganga høgt uppí kynsbótaarbeiði og at framleiða fyrstafloks rogn.
Uppgávurnar í starvinum eru m.a.
- at røkta fiskin
- at brúka ymiska tekniska útgerð
- at stýra vatngóðskuni
- at virka til frama fyri fiskaheilsu og fiskavælferð
Talan er um fulltíðarstarv, sum er 40 tímar um vikuna. Tá tú hevur fingið upplæring, verður tú partur av vaktarskipanini, har arbeitt verður gerandisdagar frá kl. 8.00 - 16.00 í tvær vikur. Síðani arbeiðir tú eina vaktarviku frá mánadegi til sunnudag, og aftaná vaktarvikuna hevur tú eina fríviku.
Tín vangamynd
Tú ert ágrýtin, álítandi, tekur ábyrgd og trívist í einum tvørfakligum toymissamstarvi. Tað er ein fyrimunur um tú hevur royndir innan aling, men um tú ikki hevur royndir innan aling, fært tú góða upplæring frá okkum.
Vit bjóða
Starvið sum fiskarøktari er eitt avbjóðandi og mennandi starv. Vit leggja stóran dent á at hava eitt trygt og gott arbeiðsumhvørvi og bjóða tær góðar starvsfólkatryggingar. Løn og setanartreytir eru sambært alarasáttmálanum millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Arbeiðarafelag.
Meira at vita?
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jonhard Eysturskarð, leiðara á lívfiskastøðini, á tel. 23 58 28, t-post joey@bakkafrost.com ella Unu Hansen, varaforkvinnu, á tel. 23 57 33, t-post unha@bakkafrost.com
Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna niðanfyri. Starvið verður sett sum skjótast. Umsóknarfreistin er 17. august 2025.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Um Bakkafrost
Bakkafrost samtakið er størsta alifyritøka í Føroyum og næststørsta alifyritøka í Skotlandi. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (góðskingarvirkið) er á Glyvrum, og alivirksemi er í Norðoyggjum, Eysturoynni, Streymoynni, Suðuroynni og í Skotlandi. Felagið hevur lívfiskavirksemi í Streymoy, Sandoy og í Skotlandi og harumframt eitt biogassvirki á Streymoynni. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum og søla- og umsiting er eisini í Edinburgh, Munkebo, Boulogne-sur-Mer og í New Jersey. Samanlagt hevur samtakið 1.600 starvsfólk (ársverk).