Lýsing
Hevur tú hug á einum spennandi og fjølbroyttum starvi við samanhangandi frítíð? Hiddenfjord søkir eftir vaktarfólkum til smoltstøðina á Fútakletti.
Vaktarskipanin er ein rotasjónskipan við 5 fólkum, har tú skiftir millum dag-, kvøld- og náttarvakt. Fyri hvørjar 5 vikur hevur tú 19 arbeiðsdagar og 16 frídagar.
Hvør vakt er uml. 9 tímar.
Tú verður ein týðandi partur av smoltframleiðsluni á Fútakletti við hesum arbeiðsuppgávum:
- umsita alarmskipanina
- hava eftirlit við og viðlíkahald av tekniskari útgerð
- fylgja við fóðurskipanum
- tryggja at trygdarskipanirnar altíð eru tøkar
- fylgja við og optimera orkunýtsluna
- gera neyðug átøk, um okkurt gongur fyri
- annað fyrifallandi arbeiði
- Vit hugsa, at tú ert maskinmeistari, handverkari, alari ella okkurt annað - kanska tú siglir og hevur hug at koma heim at arbeiða.
Tað er krav, at tú:
- hevur gott yvirlit
- ert álítandi
- hevur telduførleikar
- hevur tekniskar førleikar og dugir at brúka hendurnar
- dugir at arbeiða sjálvstøðugt og miðvíst
- hugsar klárt undir trýsti
- kanst vera einsamallur/møll
- hevur koyrikort til bil (trukkkoyrikort fært tú við starvsetan)
- hevur hug og dirvi at seta teg inn í nýtt
- Hjá Hiddenfjord leggja vit doyðin á, at starvsfólkini kenna seg trygg og vird.
Vit bjóða:
- Góð og skipað arbeiðsviðurskifti
- Nútíðar amboð og útgerð
- Eitt fjølbroytt arbeiðspláss við nógvum ymiskum starvsbólkum
- Eitt áhugavert og avbjóðandi starv við nógvari nýhugsan
- Løn og setanarviðurskifti
- Løn og setanarviðurskifti verða sambært avtalu.
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Petur Skeel Dahl, rakstrarleiðara, á telefon 210135 ella við at senda tpost til petur.dahl@hiddenfjord.com .
Freistin at søkja er 23.02.2026 (samrøður verða so hvørt).
Skrivlig umsókn við CV og viðkomandi skjølum verða send til starv@hiddenfjord.com .
Hiddenfjord er ein føroysk familjufyritøka, sum alir laks í Føroyum. Felagið hevur verið í stórari menning í mong ár og hevur í løtuni umleið 250 starvsfólk. Fyritøkan hevur smoltstøð, aling, góðskingardeild og søludeild. Á smoltstøðini arbeiða 45 fólk.
Hiddenfjord leggur stóran dent á at ala í samljóði við náttúruna.