Lýsing
Strandferðslan søkir eftir einum ágrýtnum og álítandi persóni til spennandi starv sum vaktarfólk umborð á Smyrli.
Talan er um fast, fulltíðarstarv, at byrja 1. juni ella eftir nærri avtalu.
Sum vaktarfólk arbeiðir tú við tilvísing til skipsleiðsluna. Arbeiðsdagurin byrjar við at vera við til at taka ímóti trossunum, tá ið Smyril kemur suður síðsta túrin á kvøldi, og hann endar við at loysa trossarnar, tá ið Smyril loysir á morgni. Arbeiðstíðin er ein vika til arbeiðis og eina viku frí.
Sum vaktarfólk eru tínar arbeiðsuppgávur at:
- Ganga brandvakt um náttina, og tryggja, at alt er sum tað skal, serliga við atliti til eld.
- Tryggja, at trossarnir eru tættir og standa, sum teir eiga.
- Taka ímóti ferðafólki, sum skulu gista umborð.
- Tryggja, at óviðkomandi ikki koma umborð.
- Verða við til at fyrrireika fyrsta túrin á degnum.
- Hjálpa til við at rudda og vaska á manningarøkinum.
- Loysa aðrar arbeiðsuppgávur sum fyriskipað av skipsleiðsluni.
Vit vænta av tær;
- at tú ert tænastursinnað/ur
- at tú ert álítandi og kann arbeiða sjálvstøðugt
- at tú ert íðin og røkin
Setanar- og lønarviðurskifti
Setanartreytir verða sambært sáttmála millum Føroyara Arbeiðsgevarafelag og Føroyara Arbeiðarafelag.
Umsóknarfreistin er 1. apríl 2025.
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Ólavur Bech, manningarsamskipara, á tlf +298 293024 ella skiparan á Smyrli á t-posti smyril.skipari@ssl.fo.
Um Strandfaraskip Landsins:
Strandfaraskip Landsins (Strandferðslan) er landsfyritøka undir Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum. Endamálið við Strandferðsluni, sum er ásett við lóg, er at lúka landsins tørv á innanlands fólka- og farmaflutningi. SSL virkar við spjøddum virksemi kring landið allar dagar í árinum frá árla á morgni til út á midnátt. Strandferðslan umsitur í dag tilsamans 30 farleiðir - 7 oyggjaleiðir og 23 bygdaleiðir. Til at røkja hesar 3 0 farleiðirnar eru átta ferjur og 48 bussar. Í 2023 var samlaða ferðafólkatalið knappar 1,25 millión. Av hesum ferðaðust umleið 725 túsund við ferjunum og 520 túsund við bussunum. Flutt blivu 188 túsund akfør. Í 2024 verða tølini ávikavist 230 túsund og 62 túsund lægri, tí sjóvegis Sandoyarleiðin fellir út. Nýggj landvegis farleið er sett á stovn í samband við undirsjóvartunnilin. Starvsfólkahópurin hjá Strandferðlsuni er umleið 180 fólk. Fyrisitingin er skipað í fíggjar-, samferðslu-, rakstrar-, kt- og starvsfólkadeild umframt stjórnarskrivstovu. Høvuðsskrivstovan er á Tvøroyri.