Lýsing
Á skipasmiðjunum hjá MEST í Havn og á Skála ganga vit og rokast og hava brúk fyri einum varabedingsmeistara, sum vil rokast saman við okkum.
Vit hava brúk fyri tær, sum kann:
- Stjórna dagligu driftini av dokk og bedingum og dagligu uppgávunum hjá teimum 25 fólkunum í bedingstoyminum
- Standa fyri slipp- og dokksetingum
- Skjalfesta viðlíkahald av dokk, bedingum og útgerð.
Tú sært til, at alt verður gjørt, sum tað eigur.
Um teg
Tú ert útbúgvin navigatørur, hevur royndir at arbeiða við skipsstabiliteti og viðlíkahaldsskipanum, og tú hevur góðar KT-førleikar.
Tað ljóðar eisini, at tú ert álítandi og fyrikomandi og kanst arbeiða undir trýsti.
Umsóknarfreistin er 14. oktober 2024
Starvið verður sett sum skjótast, og lønin verður sambært avtalu. Arbeiðsstaðurin er í Havn, og arbeiðsuppgávurnar eru í Havn og á Skála. Vilt tú vita meira um starvið, ring ella skriva til Dánjal Jákup á 791231 / djs@mest.fo.
Les meira og søk starvið her: https://mest.totalview.cloud/recruitment/Vacancy/Index/85
Vit eru MEST'
Ein fyritøka á fimm hundrað hegnig fólk, sum hvønn morgun tørna til á føroyskum skipasmiðum og verkstøðum og í frálandavinnuni úti í heimi. Vit smíða og bøta um bátar og skip, tilevna tól úr klingandi stáli, skaffa nýtt fyri slitið og brotið og hiva og sleipa mangt less upp á pláss.
Vit eru í Havn, Runavík og á Skála, og hevur tú hug og hendur, kanst tú koma við.