Lýsing
Er tú tann vit sóknast eftir?
Er demensøkið tað tú brennur fyri, og hevur tú drívmegi og hegni til áhaldandi at menna tilboðini til borgarar við demens og teirra avvarðandi, so er tað tær vit sóknastt eftir.
Tvey varadeildarleiðara størv á Demensdeplinum eru leys at søkja, við starvsbyrjan 1. september 2025. Varadeildarleiðarin vísir til deildarleiðaran, og gerst partur av einum breiðum starvsfólkahópi.
Demensdepilin er partur av Heilsu- og umsorganartænastuni hjá Tórshavnar kommunu, ið er skipað í trimum eindum – Heilsuhúsið og tvær búeindir.
Demensdepilin er staðsettur á Tjarnargarði. Á Demensdeplinum eru tólv búpláss, fimm stuttíðarpláss, venjingartilboð, dag- og kvøldtilboð og kommunal demenssamskipan. Umframt hetta er dagtilboðið Stjørnulon, sum liggur á Jøkulstræti eisini partur av virkseminum á Demensdeplinum. Kommunala demenssamskipanin veitir ráðgeving, vegleiðing og undirvísing til heimabúgvandi borgarar við demenssjúku og teirra avvarðandi. Endamálið við Demensdeplinum er at veita eitt tvørfakligt heildartilboð til borgaran við demenssjúku, so borgarin kann varðveita førleikar sum longst og hava eitt virkið og innihaldsríkt lív. Ein liður í hesum er, at demenssamskiparir á Demensdeplinum tíðliga í sjúkugongdini vera knýttir at heimabúgvandi borgarum við demenssjúku.
Grundarsteinarnir undir tvørfakliga virkseminum á Demensdeplinum eru fyribyrging, heilsufremjan og endurvenjing, umframt røkt og umsorgan. Arbeitt verður við persónsentreraðari umsorgan, og dentur verður lagdur á eina miljøterapeutiska tilgongd.