Lýsing
ERT TÚ TANN, SUM OKKUM MANGLAR?
Er eldraøkið tað, tú brennur fyri? Hevur tú hegni og áræði til at vera við at menna eina røktardeild? So er tað tær vit leita eftir.
Starvið sum varaleiðari á Traðarlon er leyst at søkja. Starvsbyrjan er 1.novembur 2025 ella eftir nærri avtalu. Varaleiðarin vísir til deildarleiðaran.
Boðanesheimið lat upp í 2012. Vit hava góðar karmar og arbeiðsumstøður, og starvsfólkatrivnaður og felagsskapur hava stóran týdning fyri okkum. Traðarlon er ein røktardeild við 24 búplássum. Á Traðarlon stremba vit eftir høgari fakligheit, har vit arbeiða viðurkennandi og skapa ein heimligan, tryggan og innihaldsríkan gerandisdag, har búfólk, starvsfólk og avvarðandi trívast, mennast og hava tað gott.
Talan er um eitt áhugavert starv við nógvum fakligum avbjóðingum og fjølbroyttum uppgávum. Tú ert virkin partur av røktini á deildini, men tíð er eisini sett av til leiðslu- og fyrisitingarligar uppgávur.
Tú hevur, saman við deildarleiðaranum, ábyrgdina av tí sjúkrarøktarfakliga arbeiðnum á deildini. Tú tryggjar at kontaktpersónaskipanin riggar, at røktarætlanir verða gjørdar fyri búfólkini, at tær verða fylgdar og dagførdar.
Tú arbeiðir við menning av starvsfólkum og miðlar/undirvísir bæði ástøðiliga og í praksis. Tú stendur á odda fyri klinisku útbúgvingini á deildini, og saman við deildarleiðaranum, skipar tú innleiðslu, upplæring og undirvísing av nýggjum starvsfólkum og lesandi.
Saman við deildarleiðaranum skipar tú setanartilgongdir av nýggjum starvsfólkum, og leggur til rættis arbeiðsætlanir, frítíðar og feriuætlanir. Tú virkar fyri at fremja eitt gott arbeiðsumhvørvi innanhýsis, og einum góðum samstarvi við aðrar deildir og stovnar.
Tú ert virkandi deildarleiðari, tá deildarleiðarin er burturstaddur.