Tórshavnar kommuna
Útgivið
7. februar 2024
Útgongur
22. februar 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Er tú tann vit sóknast eftir?

Er demensøkið tað tú brennur fyri, og hevur tú drívmegið og hegnið til áhaldandi at menna tilboðini til borgarar við demens og teirra avvarðandi, so er tað tær vit sóknast eftir.

Starv sum varadeildarleiðari á Demensdeplinum er leyst at søkja, og starvsbyrjan er 1. apríl 2024. Varadeildarleiðarin vísir til deildarleiðaran, og gerst partur av einum breiðum starvsfólkahópi.

Heilsu- og umsorganartænastan er skipað í trimum eindum – Heilsuhúsið og tvær búeindir.

Demensdepilin er staðsettur á Tjarnargarði. Á Demensdeplinum eru tólv búpláss, fimm stuttíðarpláss, venjingartilboð, dag- og kvøldtilboð og kommunal demenssamskipan. Eisini verður ráðgeving, vegleiðing og undirvísing veitt heimabúgvandi borgarum við demenssjúku og teirra avvarðandi. Endamálið er at veita eitt tvørfakligt heildartilboð til borgaran við demenssjúku, so borgarin kann varðveita førleikar sum longst og hava eitt virkið og innihaldsríkt lív. Ein liður í hesum er, at demenssamskiparir á Demensdeplinum tíðliga í sjúkugongdini vera knýttir at heimabúgvandi borgarum við demenssjúku.

Grundarsteinarnir undir tvørfakliga virkseminum á Demensdeplinum eru fyribyrging, heilsufremjan og endurvenjing, umframt røkt og umsorgan. Arbeitt verður við persónsentreraðari umsorgan, og dentur verður lagdur á eina miljøterapeutiska tilgongd.

Leinkja til starvslýsingina á okkara heimasíðu

Leinkja til umsóknarskema

Líknandi størv

Lærarastarv í Stranda skúla   Faroe Islands nýtt
3. marts 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið