Lýsing
Er tú tann vit sóknast eftir?
Er eldraøkið tað tú brennur fyri, og hevur tú drívmegið og hegnið til áhaldandi at menna tilboðið til búfólk á eldrabústovni, so er tað møguliga tær vit sóknast eftir.
Starv sum varadeildarleiðari á Handarustovu eru leyst at søkja. Starvsbyrjan er 1. Nov 2025 ella eftir nærri avtalu. Varadeildarleiðarin vísir til deildarleiðaran.
Heilsu- og umsorganartænastan er skipað í trimum eindum, Heilsuhúsið og tvær búeindir.
Handarastova er ein av trimum deildum á Lágargarði, við 16 búplássum til fólk við demens sjúku. Lágargarður varð tikið nýtslu í 1987 og í hesum døgum vera umvælingar gjørdar, sum skulu nútímansgera heimið. Vit hava góðar karmar og arbeiðsumstøður, og starvsfólkatrivnaður og felagsskapur hava stóran týdning fyri okkum.
Á Handarustovu verður arbeitt útfrá meginreglum um persónssentreraða røkt og umsorgan, og skipað verður fyri aktivitetum, sum geva degnum innihald og stimbra sansirnir hjá búfólkunum, ið hava demenssjúku. Tú kemur, saman við deildarleiðaranum, at vera í miðdeplinum at samskipa og skapa karmar fyri tí, í einum tryggum og heimligum umhvørvi, har búfólk og avvarðandi trívast.
Tú fært saman við deildarleiðaranum ábyrgd av einum starvsliðið, ið er í menning og veitir dygdargóða røkt og umsorgan, stimbrar til heilsufremjan, fyribyrging og rehabilitering í einum virknum gerandisdegi. Á deildini stremba vit eftir høgari fakligheit og hugbinding, og leggja dent á eitt lærandi umhvørvi, har starvsfólk trívast og mennast.