Tórshavnar kommuna
Útgivið
8. august 2024
Útgongur
20. august 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Ert tú tann vit sóknast eftir?
Er eldraøkið tað tú brennur fyri, og hevur tú drívmegi og hegni til áhaldandi at menna tilboðið til búfólk á eldrabústovni, so er tað møguliga tær vit sóknast eftir.

Starvið
Talan er um áhugavert starv við nógvum fakligum avbjóðingum, og fjølbroyttum uppgávum. Varadeildarleiðarin er virkin partur av røktini á deildini, men tíð er eisini sett av til leiðslu- og fyrisitingarligar uppgávur. Tú hevur, saman við deildarleiðaranum, ábyrgd av tí sjúkrarøktarfakliga arbeiðinum á deildini, har tú áhaldandi arbeiðir við dygdarmenning, at meginreglur, trygdarskipanir og krøv vera fylgd, og við at implementera nýggjar arbeiðshættir. Tú býtir røktaruppgávur út í mun til førleikar hjá starvsfólkum, og virkar saman við deildarleiðaranum fyri, at deildin er nøktandi mannað. Tú tryggjar skjalfesting, at røktarætlanir vera gjørdar fyri búfólkini, og at tær vera fylgdar og dagførdar.
Tú arbeiðir við menning av starvsfólkunum og miðlar/undirvísir bæði ástøðiliga og í praksis. Tú stendur á odda fyri klinisku útbúgvingini á deildini, og saman við deildarleiðaranum skipar tú innleiðslu, upplæring og undirvísing av nýggjum starvsfólkum og lesandi.

Saman við deildarleiðaranum skipar tú setanartilgongdir av nýggjum starvsfólkum, og leggur til rættis arbeiðsætlanir, frítíðar- og feriuætlanir. Tú virkar fyri at fremja eitt gott arbeiðsumhvørvið og góðum samstarvi við aðrar deildir og stovnar.

Tú ert virkandi leiðari, tá ið deildarleiðarin er burturstaddur.
Tú arbeiðir tætt saman við hinum báðum varadeildarleiðarunum á Lágargarði og við leiðsluni á heiminum.

Leinkja til starvslýsingina á okkara heimasíðu

Leinkja til umsóknarskema

Líknandi størv

18. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið