Tórshavnar kommuna
Útgivið
5. maj 2025
Útgongur
16. maj 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Er tú tann vit sóknast eftir?
Brennur tú fyri eldraøkinum, og hevur tú drívmegi og hegni til áhaldandi at menna tilboðið til eldri borgarar í egnum heimi, so er tað tær vit sóknast eftir.
Søkt verður eftir varadeildarleiðara til til heimatænastuna. Setanarbrøkurin er 1,0 og starvið byrjar 1. juli 2025 ella eftir avtalu.

Heimatænastan
í Heimatænastuni starvast heimasjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar og heimahjálpir. Aftrat tí eru tveir bólkaleiðarar, sum skipa dagligu arbeiðsgongdina hjá heimrøktini. Heilsuhúsið er ein av trimum eindum í Heilsu - og umsorganartænastuni. Heilsuhúsið veitir tilboð og tænastur til heimabúgvandi borgarar umframt, at tvørgangandi, tvørfakligar tænastur inn á røktarheimini eru skipaðar í Heilsuhúsinum.
Kjarnuuppgávan hjá Heilsuhúsinum er at veita eina dygdargóða, samskipaða heildartænastu til heimabúgvandi borgarar og borgarar á røktarheimi, ið hava tørv á røkt, umsorgan og rehabilitering, við virðing fyri tí einstaka og teirra avvarðandi. Vit leggja stóran dent á góðsku og at stuðla undir einum virknum gerandisdegi.
Vit stremba eftir høgari fakligheit, har vit arbeiða viðurkennandi og skapa ein gerandisdag, har borgarir, starvsfólk og avvarðandi samstarvs, trívast, mennast og hava tað gott.

Leys størv - Tórshavnar kommuna

Líknandi størv

Dagligur leiðari   Faroe Islands nýtt
8. maj 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið