Lýsing
Er tú tann vit sóknast eftir?
Er eldraøkið tað tú brennur fyri, og hevur tú drívmegið og hegnið til áhaldandi at menna tilboðið til búfólk á eldrabústovni, so er tað møguliga tær vit sóknast eftir.
Starv sum varadeildarleiðari á Miðstovu eru leyst at søkja. Starvsbyrjan er 1. Sept 2025 ella eftir nærri avtalu. Varadeildarleiðarin vísir til deildarleiðaran.
Heilsu- og umsorganartænastan er skipað í trimum eindum, Heilsuhúsið og tvær búeindir.
Miðstova er ein væl etablerað deild á Lágargarði, við 16 búplássum. Lágargarður er 34 ára gamal og í hesum døgum vera umvælingar gjørdar, sum skulu nútímansgera heimið. Vit hava góðar karmar og arbeiðsumstøður, og starvsfólkatrivnaður og felagsskapur hava stóran týdning fyri okkum. Á deildini stremba vit eftir høgari fakligheit og hugbinding, og leggja dent á at arbeiða viðurkennandi í einum lærandi umhvørvi. Tað er av týdningi fyri okkum, at skapa ein heimligan, tryggan og innihaldsríkan gerandisdag, har búfólk, starvsfólk og avvarðandi trívast, mennast og hava tað gott.