Lýsing
Á anestesideildini á Bráðdeplinum á Landssjúkrahúsinum er eitt fulltíðarstarv sum varaleiðari leyst at søkja til setan 01.03.2025 ella eftir nærri avtalu.
Viðkomandi, ið settur verður, kemur at arbeiða við menning av deildini ein dag um vikuna, og annars at vera partur av dagliga kliniska arbeiðinum á deildini, umframt at vera lutvíst vaktberandi.
Bráðdepilin veitir tænastur tvørtur um klinisku deplarnar og umfatar økini anestesideild, viðrakning, intensiv, bráðmóttøku/skaðastovu, kommunulæknavakt, sjúkraflutningstænastu og fysioterapideildin.
Á anestesideildini arbeiða anestesisjúkrarøktarfrøðingar og anestesilæknar. Deildin er skipað við einum deildarleiðara við ábyrgd fyri sjúkrarøktini innan anestesiøkið, og depilsleiðslu, sum hevur evstu ábyrgd av deildini.
Arbeiðið sum anestesisjúkrarøktarfrøðingur fevnir í høvuðsheitum um at doyva sjúklingar til skurðviðgerðir innan fleiri sergreinir t.d. ortopædi, gyn./ obst., alm.kir., plastikkir., mammaekir., ryggkir., urologi, oyra/nasa og háls, eygna -og tannlæknaviðg.
Á deildini verða gjørdar umleið 2700 anestesiir um árið. Anestesisjúkrarøktarfrøðingurin er eisini partur av trauma- og hjartastopptoyminum, umframt at doyva til ECT-viðgerðir og leggja PVK á deildunum. Eisini eru anestesisjúkrarøktarfrøðingar við til bráðfeingis sjúkraflutning til Danmarkar.
Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum:
- At samskipa arbeiði á deildini saman við deildarleiðaranum
- Í tøttum samstarvi við deildarleiðara at arbeiða við menning innan anestesiøkið
- At taka lut í betranararbeiðinum á deildini í tøttum samstarvi við starvsfólkið á deildini
- At skipa fyri undirvísing av starvsfólki á deildini
- At veita fakligan stuðul og standa fyri undivísing av nýggjum starvsfeløgum
- At gera ella skipa fyri mannagongdum fyri tey ymsu økini á deildini
- At standa fyri implementering av nýggjum mannagongdum og tryggja, at hesar verða dagførdar
Førleikakrøv:
- Prógv og góðkenning sum anestesisjúkrarøktarfrøðingur
- Royndir sum anestesisjúkrarøktarfrøðingur
- Útbúgving og/ella royndir innan menningararbeiði er ein fyrimunur, men ikki eitt krav
- Telduførleiki
Vit vænta at tú:
- Hevur hug og áræði at virka fyri menning, har sjúklingurin verður settur í fremstu røð
- Er eldhugað og megnar at geva fakligan íblástur til starvsfelagar
- Hevur góðar samskiftis- og samstarvsevni
- Hevur evni til skjótt at skapa sær yvirlit, arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
Vit bjóða
- Eitt mennandi og spennandi starv við fakliga dugnaligum starvsfeløgum
- Góða innleiðslu
- Samstarv, sparring og stuðul frá deildar- og depilsleiðslu
Løn- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Jonleyg Fossabrúgv, depilsleiðara, á lokal 5707, jonfo@ls.fo og Elin Jensen, depilsleiðara, á lokal 5703, elije@ls.fo
Umsóknarfreistin er mánadagin 28.01.2025.
Vinarliga søk starvið her.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.