Lýsing
Varaleiðari, námsfrøðingar og hjálparfólk til Býlingshúsið undir Fjalli
Hevur tú hug at vera partur av einum fantastiskum starvsfólkabólki og hava ávirkan á námsfrøðiliga virksemi í gerandisdegnum? So kann Býlingshúsið undir Fjalli bjóða tær hetta.
Vit søkja eftir varaleiðara ar arbeiða 30-40 tímar um vikuna og eftir námsfrøðingum og hjálparfólki at arbeiða 20-40 tímar um vikuna í vøggustovu og barnagarði at byrja skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu.
Um ongin námsfrøðingur verður settur, kann hjálparfólk setast í tíðaravmarkað starv. Viðkomandi, sum verður settur í starv sum varaleiðari, skal vera námsfrøðingur.
Um tú ynskir at vera avloysari hjá okkum, ert tú vælkomin at venda tær til stovnsleiðaran.
Leinkja til starvslýsingina á okkara heimasíðu
Leinkja til umsóknarskema