Tórshavnar kommuna
Lýsing
Tórshavnar kommuna søkir eftir varaleiðara og námsfrøðingum til Dagstovnin Flatnagarð og Ungdómshúsið Flatnakrók.
Kom og ver við at skapa framtíðina á stovninum í Kaldbak!
Hevur tú hug at gera mun? At skapa ein tryggan, fjølbroyttan og mennandi gerandisdag saman við børnum og ungum í Kaldbak? So er hetta starvið júst fyri teg!
Vit sóknast eftir einum varaleiðara til Flatnagarð og ungdómshúsið Flatnakrók frá 15. september 2025 (ella skjótast til ber) og tveimum námsfrøðingum til Flatnagarð frá 1. oktober 2025.
https://www.torshavn.fo/um-kommununa/starv-i-kommununi/leys-stoerv?job=144717