Lýsing
Vilt tú vera við til at byggja víðari á námsfrøðiligu tilgongdina í Býlingshúsinum í Maritugøtu? So er møguleikin her!
Tórshavnar kommuna søkir, vegna Býlingshúsið í Maritugøtu, eftir varaleiðara og starvsfólkum til ávikavist barnagarð og vøggustovu, at arbeiða millum 30-40 tímar um vikuna. Størvini verða sett í august 2022 ella eftir nærri avtalu.
Starvið sum varaleiðari er farloyvisstarv fram til 1. juni 2023 við møguleika fyri fastari setan sum námsfrøðingur.
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála við Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Leinki til lýsing:
https://www.torshavn.fo/um-kommununa/starv-i-kommununi/leys-storv/varaleidari-og-starvsfolk-til-bylingshusid-i-maritugotu/