Lýsing
Okkara stovnur og arbeiðspláss er eitt mennandi, gevandi og kveikjandi stað, bæði fyri børn og vaksin. Og nú hevur TÚ møguleikan, at gerast partur av okkara hópi!
Trivnaðurin Á Flat er í hásæti, tað verið seg, bæði fakliga og sosialt. Her er kenslan góð av samanhaldi, felagsskapi og nærveru millum børn og vaksin.
»At vit hjálpa hvørjum øðrum, stovur arbeiða saman – man er sæddur hvønn dag, vit hava gott samanhald og her er ein góð atmosfæra« – Beinta, námsfrøðingur.
Vit søkja eftir einum varaleiðara at arbeiða 40 tímar um vikuna. Væntandi eru tað áleið 30 tímar á stovu og restin er leiðslutímar. Vit ynskja at seta teg í starv skjótast gjørligt, frá dd, gjarna frá 1. august 2025 ella eftir nærri avtalu. Talan er um fast starv.
Námsfrøðingar, sum fáa prógv í summar eru vælkomnir at søkja.