FK Miðvágur
Útgivið
30. maj 2023
Útgongur
30. juni 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Ert tú til reiðar til eitt nýtt og spennandi starv?

Eitt nýtt starv sum varaleiðari í Føroya Keypssamtøku í Miðvági er leyst at søkja.

Í FK í Miðvági arbeiða 25 starvsfólk, ið skulu hava ein varaleiðara, sum saman við deildarstjóranum skal ganga á odda og menna handilin.

Vøkstur og gleði
Saman við deildarstjóranum stendur tú fyri dagliga rakstrinum og leiðsluni av starvsfólkinum. Tú tryggjar, at handilin er í støðugari menning.

Tað verður eisini tín leiklutur at tryggja, at handilin framhaldandi varðveitir tað góða orðið, sum fesku vørurnar hava á sær, og at handilin framvegis liggur á odda á vistfrøðiliga økinum.

Tú verður við til at skapa eitt rúmligt arbeiðsumhvørvi, har øll trívast.

Sum varaleiðari ert tú sjónligur bæði fyri starvsfólk og viðskiftafólk.

Tín tilgongd skapar framburð
Sjálvt um tú ofta skalt avgreiða uppgávur her og nú, hugsar tú langskygt. Við tínum royndum tekur tú tær av dagligari leiðslu og rakstri. Sum ein modernaður leiðari dugir tú samstundis at skapa eitt arbeiðsumhvørvi, har tað er vítt til veggja, samskifti er gott og møguleikar eru at mennast. Tú dugir væl at samstarva og menna sambond.

Tú ert ikki bangin fyri at biðja um hjálp, eins og tú altíð ert fús/ur at hjálpa.

Av tær vænta vit

  • At tú hevur royndir frá detail, og hevur hug at royna teg av við leiðslu.
  • At tú sum persónur ert íðin og hugagóð/ur, at tú leggur dent á starvsfólkaleiðslu, sølu og inntøku til handilin.
  • At tú hevur góð samstarvsevni, samstundis sum tú arbeiðir sjálvstøðugt og miðvíst.
  • At tú megnar kynstrið at samskifta í orði og talu.
  • At tú ert løtt/lættur av lyndi, dugir bæði at rósa og finnast at og ert sterk/ur tá, ið á stendur.
  • At tú kanst burja í starvinum í juli/august 2023, ella eftir nærri avtalu.

Kunnleiki til rakstraramboðini hjá Coop er ein fyrimunur

Vit bjóða bæði persónliga og fakliga menning, ið geva tær møguleika at spíla teg út handils- og leiðsluliga

Um tú vilt byrja eitt nýtt kapittul í tínum arbeiðslívi?
Hevur tú spurningar, so ring til stjóran Súsannu Poulsen tlf. 21 25 75 – send umsóknina til sp@fk.fo.

Søk áðrenn 30. juni 2023.
Vit viðgera umsóknirnar so hvørt tær koma inn.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið