Tórshavnar kommuna
Lýsing
Kom og ver við at skapa framtíðina á barna- og ungdómsøkinum í Kaldbak!
Hevur tú dirvi og hegni til námsfrøði, har leiðsluuppgávur og ábyrgd eru ein partur av arbeiðsdegnum? Hevur tú hug at gera mun? At skapa ein tryggan, fjølbroyttan og mennandi gerandisdag saman við børnum og ungum í Kaldbak? So er starvið sum varaleiðari vónandi júst fyri teg!
Vit sóknast eftir einum varaleiðara í fast starv til Flatnagarð og ungdómshúsið Flatnakrók frá 1. mai 2026 (ella skjótast tilber).
https://www.torshavn.fo/um-kommununa/starv-i-kommununi/leys-stoerv?job=144890