RUNAVÍKAR KOMMUNA
Útgivið
2. december 2022
Útgongur
14. december 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Søkt verður eftir varaleiðara til Frítíðarskúlan við Stórá, at byrja 1. febuar 2023, ella skjótast tilber.
Frítíðarskúlin liggur í Rituvík og er stovnur undir Runavíkar kommunu. Á stovninum ganga uml. 115 frítíðarskúlabørn, harav 2. floks børnini eru fyri seg, í Frítíðarhúsinum Elsa Súsanna, á Glyvrum.

Sum varaleiðari kannst tú velja, at starvast í 1. floks toyminum í Rituvík, ella saman við 2. Floks toyminum í Frítíðarhúsinum Elsa Súsanna, á Glyvrum. Eisini kemur tú at hava fyrisitingarligar og námsfrøðiligar uppgávur, saman við leiðarnum og røkja leiðsluuppgávur, tá leiðarin er burturstaddur.

Starvið er 30 - 35 tímar um vikuna, harav 5 til 10 tímar eru avsettir til leiðsluuppgávur. Arbeiðstíðin er skiftandi ímillum kl 09.00 - 17.00, og tá skúlin hevur frí ímillum kl 7.30-17.00

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala
Arbeiðsgevarafelagið, á lønarstigi 11-22, + 2 lønarstig

Vit ynskja at umsøkjarin:
• Er útbúgvin námsfrøðingur
• Er áhugaður í og førur fyri at taka leiðsluábyrgd á teg eftir tørvi
• Er áhugaður í, at arbeiða við børnum í aldrinum 6 - 9 ár
• Er fakliga tilvitaður, og hevur hug og evni at menna námsfrøðiliga arbeiði á stovninum
• Dugur at skipa fyri fjøltáttaðum, mennandi, og kveikjandi upplivingum. Og spennandi tilboðum til hendan barnabólk, í einum tryggum og góðum umhvørvi.
• Hevur góð samstarvs- og samskiftisevni, og megnar at virka fyri góðum samstarvi við foreldur, børn og starvsfelagar

Vit bjóða:
• Eitt arbeiðspláss, sum ynskir at menna og arbeiða eftir dygdargóðari frítíðarnámsfrøði
• Eitt arbeiðspláss, sum leggur stóran dent á kreativitet og fysiskir aktivitetir
• Tíð til leiðsluuppgávur

Umsóknir, saman við avriti av prógvi, ummæli, lívslongdarsøgu (cv) o.ø. skal vera stovninum í hendi í seinasta lagi mikudagin 14. Desembur 2022.

Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Runavíkar Kommuna skyldu til, at fáa barnaváttan til vega, aðrenn umsøkjari verður settur í starv.

Søk starvið á heimasíðuni hjá Runavíkar Kommunu. www.runavik.fo ella á beinleiðis leinkju her:

https://app.jobmatchprofile.com/2f6g3q/runavikar-kommuna/h3ecqs/fos/varaleiari

Nærri fæst at vita um starvið, við at venda sær til Hans Andrias Olsen leiðara, á tlf. 216630

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið