Klaksvíkar Sjúkrahús
Útgivið
26. september 2023
Útgongur
11. oktober 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Starv sum varaleiðari í køkinum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, er leyst at søkja, til setan 1. novembur 2023 ella eftir nærri avtalu. Talan er um eitt nýstovnað starv.

Vit søkja eftir einum ágrýtnum, kveikjandi og ábyrgdarfullum varaleiðara, sum saman við leiðaranum skal tryggja dagliga raksturin í køkinum, umframt at sjúklingar, viðskiftafólk og starvsfólk fáa dygdargóða kostrøkt og tænastu.

Vit gera mat og máltíðir til eina sjúklingadeild og eru við til at borðreiða matin fyri sjúklingunum. Umframt mat til sjúklingar, gera vit mat til borgarar á røktarheimi og sambýli, heimabúgvandi pensjónistar, starvsfólkakantinu, fundir og annað virksemi á Klaksvíkar Sjúkrahúsi

Starvið
Sum varaleiðari gerst tú partur av einum stovni í menning og kemur saman við leiðaranum og starvsfólkunum í køkinum, at hava ávirkan á tænastuna og kostfakligu kósina. Tú kemur at hava uppgávur og ábyrgd í dagligu framleiðsluni, har planlegging og innkeyp er ein stórur partur. Tú kemur at
samskipa tiltøk, samskifta innan- og uttanhýsis, upplæra starvsfólk og hava eftirlit av ymiskum slagi. Tá deildarleiðarin er burturstaddur kemur tú at hava leiðsluábyrgdina av deildini.

Førleikar:

  • tú ert yrkisbachelor í føðslu og heilsu ella føðslutøkningur
  • tú hevur holla vitan og kunnleika um mat og føðslu
  • tú hevur praktiskar royndir frá stovnskøki
  • tú hevur royndir innan leiðslu ella sum samskipari
  • tú dugir væl at samskifta í skrift og talu
  • tú hevur hollan KT-førleika.

Persónligir eginleikar:

  • tú hevur góð evni at samstarva og samskipa, eisini tvørtur um fakøki
  • tú hevur ein hugburð, sum stuðlar góðum trivnaði og einum góðum arbeiðsumhvørvi
  • tú ert tænastusinnað/-ur og fyrikomandi
  • tú dugir at lurta, reflektera og taka skilagóðar fakligar avgerðir
  • tú ert álítandi og ábyrgdarfull/-ur
  • tú ert sjálvstøðug/-ur og hevur gott yvirlit
  • Tú sært møguleikar framum forðingar

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Kost- og føðslufelagið og Fíggjarmálaráðið.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Elisabeth Akursmørk, leiðara í køkinum, á telefon
404581/ 229229 ella á telduposti: elisabethak@ks.fo

Umsóknarfreistin er 11. oktobur 2023.

Umsókn við CV og prógvum skal sendast við telduposti tilumsokn@ks.fo

Á okkara heimasíðu www.ks.fo kanst tú lesa um Klaksvíkar Sjúkrahús.

Líknandi størv

10. november 2025
10. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið