Útgivið
3. august 2022
Útgongur
2. september 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vilt tú vera við til at mynda okkara nýggju psykiatrisku innleggingardeild, sum letur upp í nýggja H-bygninginum?

Vit sóknast eftir einum varaleiðara at byrja á okkara núverandi innleggingardeild P40. Talan er um eitt fast starv á starvsbrøki 1,0 til setan 01.10.2022.

Á P40 taka vit ímóti sjúklingum í øllum aldri, sum hava tørv á útgreining, røkt og viðgerð fyri ymiskar psykiatriskar sjúkur, og vit arbeiða í tøttum tvørfakligum samstarvi, har hvør fakbólkur virkar við síni útbúgving, vitan og kunnleika fyri at birta undir rehabilitering og recovery hjá innløgdu sjúklingunum.

Vit arbeiða miðvíst við at menna okkara miljøterapi, sum er snúningsásin í gerandisdegnum á deildini. Eitt av aðalmálunum hjá okkum á Psykiatriska deplinum er, at sjúklingar og starvsfólk skulu kenna seg trygg. Vit arbeiða málrættað við átakinum “Safewards”, sum stuðlar undir eitt gott og trygt arbeiðsumhvørvi, ið bøtir um trygd og nøgdsemi millum sjúklingar og starvsfólk. Eisini eru vit júst farin í holt við at arbeiða við TERMA, sum er ein stytting, sum stendur fyri TERapeutisk Møde med Aggressión. Grundhugsanin í TERMA er, at sjúklingurin er í miðdeplinum, og vit skulu hjálpa honum at endurvinna tamarhaldið, tá ið sjúklingurin er í affekt.

Til at menna okkara røkt og viðgerð arbeiða vit við betranarháttinum Quality Improvement.

Eitt av innsatsøkjunum er at hava sjúklingin við í øllum avgerðum í sambandi við sjúklingagongdina, har avvarðandi eisini eru ein týdningarmikil partur av tilgongdini.

Vit hava brúk fyri tíni vitan, tínum undrandi spurningum og tínum íkasti í sambandi við, at vit øll í felag skulu skapa okkara nýggju innleggingardeild, sum kemur at liggja í nýggja H-bygninginum á Landssjúkrahúsinum.

Leiðslan á P40 er í dag samansett av einum sjúkrarøktarfrøðingi og einum serlækna í psykiatri. Leiðslan og varaleiðararnir mynda leiðslutoymið á deildini, sum tú verður ein partur av. Leiðslutoymið á deildini er partur av nýggjari organisering, og eru vit í holt við at menna hesa. Tí kunnu broytingar í starvinum og starvsheitinum koma fyri.

Hvør ert tú?

  • Tú hevur autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur, ert sinnað/ur at arbeiða við leiðslu og psykiatriskari sjúkrarøkt.
  • Tú ert útbúgvin kliniskur vegleiðari.
  • Tú hevur tvey ára royndir í psykiatri.

Tú kennir teg aftur, tá vit siga, at:

  • Tú ert liðleikari, forvitin at læra meira um leiðslu og um psykiatriskar avbjóðingar. Sum toymi hava vit brúk fyri styrkjunum og ymiskleikunum hjá hvørjum øðrum. Tá vit arbeiða tvørfakliga er umráðandi, at tú sum starvsfelagi hevur virðing fyri øðrum starvsfeløgum, og ert opin fyri íblástri frá øðrum, og dugir at læra frá tær.
  • Tú virkar fyri, at deildin gerst eitt spennandi og áhugavert stað at arbeiða. Saman við funktiónsleiðsluni rekur og mennir tú deildina til gagns fyri sjúklingar, starvsfólk og avvarðandi. Eisini hevur tú ábyrgd av at samskipa sjúklingagongdir, og hevur ein virknan lut og gongur á odda við betranararbeiði og sjúklingatrygd á deildini. Tú ert við til at tryggja eitt opið og álitisfremjandi samband og samskifti millum leiðslu og starvsfólk og starvsfólkabólkarnir innanhýsis.

Tí skalt tú søkja arbeiði hjá okkum.

Hvørji eru vit?
Tú fært nakrar dugnaligar og eldhugaðar starvsfelagar, sum brenna fyri sínum arbeiði, og sum kunnu geva tær góða innleiðslu í arbeiðið. Vit hava regluliga leiðslufund, refleksión saman við starvsfeløgum, skipaða supervisión og góðar møguleikar at mennast fakliga.

Vit eru her fyri sjúklingarnar. Teimum tørvar, at vit møta teimum við yvirskoti, so at tey kunnu fáa ein tryggan gerandisdag aftur. Her møtir tú sjúklingunum og teirra lívssøgu við tolni og á rúmligan hátt og vilt bera vónina fyri tey, sum ikki megna tað sjálvi.

Summi hava arbeitt her í mong ár, summi eru komin seinni, men øll stremba eftir at skapa eitt gott arbeiðspláss, har vit altíð gleða okkum at koma til arbeiðis.

Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at seta seg í samband við Lisbeth Vang deildarleiðara, á tlf. 304599-4443 ella á teldupost lisbeth.vang@ls.fo ella Eydnu I. Lindenskov, leiðandi sjúkrarøktarfrøðing og depilsleiðara á tlf. 304599-4102 ella skriva til eydna.lindenskov@ls.fo

Umsóknarfreistin er tann 21.08.2022.

Vinarliga søk starvið her.

 

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið