Lýsing
Er tú tann vit sóknast eftir?
Er eldraøkið tað tú brennur fyri, og hevur tú drívmegi og hegni til áhaldandi at menna tilboðið til húsfólk á eldrabústovni, so er tað møguliga tær, vit sóknast eftir.
Starvið sum varaleiðari á sambýlinum í Kollafirði er leyst at søkja. Starvsbyrjan er 1. juni 2025 ella eftir avtalu. Varaleiðarin vísir til deildarleiðaran
Á eldrasambýlinum húsast 7 fólk. Á heiminum starvast sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar og heilsuhjálparar. Starvsfólkatrivnaður og felagsskapur hava stóran týdning fyri okkum. Vit stremba eftir høgari fakligheit, har vit arbeiða viðurkennandi og skapa ein heimligan, tryggan og innihaldsríkan gerandisdag, har húsfólk, starvsfólk og avvarðandi trívast, mennast og hava tað gott.