Lýsing
Skurðdepilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir varaleiðara til skurðseingjadeildina G4/H2 til setan 1. juni 2026.
Deildin er ein skurðseingjadeild, ið veitir røkt og viðgerð til sjúklingar innan ortopedi, maga/tarm, urologi, almenn kirurgi-, gynekologi-, eygna-, oyrna-, nasa- og hálssjúkum. Tað eru í alt 32 seingjarpláss, við 22 plássum á G4 og 10 plássum á H2, umframt nøkur dagskurðpláss.
Skurðdepilin ynskir ein leiðsluáhugaðan varaleiðara, sum kann ganga á odda við fakligari menning og dygdarmennandi arbeiði á deildini. Vit vænta, at tú ert opin og jaligt sinnað/ur við góðum samstarvsevnum. Tað er umráðandi, at tú ert før/ur fyri at arbeiða bæði sjálvstøðugt og í toymi.