Hiddenfjord
Útgivið
8. marts 2026
Útgongur
13. marts 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Ófaklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Vit leita eftir einum dugnaligum og álítandi starvsfólki til avskiping á kryvjivirkinum í Sørvági, sum bæði kann taka lut í dagliga arbeiðinum og hava ábyrgdina avøkinum í avskiping og á flamingoloftinum, tá ið økisfólkið ikki er til staðar.

Hetta er starvið til tín, sum trívist við praktiskum arbeiði, men samstundis hevur evni at samskifta, skipa arbeiðið og tryggja, at alt gongur rætt fyri seg.

Arbeiðsuppgávur:

  • Tryggja, at vørur verða avskipaðar rætt og til ásetta tíð
  • Samskifta við veitarar og sølu- og framleiðsludeild
  • Hava yvirlit yvir goymslu og bíleggja vørur til framleiðsluna
  • Læra nýggj starvsfólk upp
  • Arbeiða skipað við skjalfesting til framleiðslu og senda avskipingarseðlar
  • Hava (ella vera sinnað/ur at taka) trukk-koyrikort og koyra elektriskan pumpivogn

Vit vænta, at tú:

  • Arbeiðir sjálvstøðugt, ert fleksibul og tekur ábyrgd
  • Dugir at samskifta greitt og professionelt
  • Trívist við bæði praktiskum og fyriskipandi arbeiði
  • Setur góðsku og trygd í hásæti
  • Hevur góðar telduførleikar og lætt við at seta teg inn í nýggjar skipanir

Hevur tú spurningar um eitthvørt, set teg í samband við Heiðu Nolsøe, tlf. +298 288252.

Sært tú teg sjálva/n í hesum leikluti, send eina umsókn til virkid@hiddenfjord.com áðrenn 13.03.2026.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið