Lýsing
Hevur tú hug og hegni at átaka tær leiðslustarv í føroyska fólkaskúlanum og virka fyri alsamt at menna skúlans arbeiði, so hevur tú møguleika at søkja starvið sum varaskúlastjóri í Hvalbiar skúla.
Í Hvalbiar skúla ganga 80 næmingar frá 1. til 9. flokk.
10 starvsfólk starvast í løtuni í Hvalbiar skúla.
Starvið verður sett frá 1. oktober 2025
Søkt verður eftir varaskúlastjóra, sum
- dugir at samstarva og er fyrikomandi
 - er fúsur at taka á seg uppgávur í samstarvi við og eftir fyriskipan skúlastjórans
 - undir ábyrgd skúlastjórans og í samstarvi við skúlastjóran vil taka lut í og ábyrgd fyri teirri fyrisitingarligu og námsfrøðisligu leiðsluni av virksemi skúlans
 
Harumframt skal varaskúlastjórin saman við skúlastjóranum
- standa á odda fyri fakligari og námsfrøðiligari menning í skúlanum
 - átaka sær fyrisitingarliga ábyrgd
 - skapa virðing fyri skúlanum og umstøðunum hjá tí einstaka fyri samávirkan og medábyrgd
 
Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava læraraútbúgving og starvsroyndir í fólkaskúlanum.
Harumframt kann tað vera ein fyrimunur at hava viðkomandi leiðsluroyndir.
Umsøkjarin eigur at hava:
- góð leiðslu- og samstarvsevni
 - góðan málsligan førleika í skrift og talu
 - førleikar at taka neyðugar avgerðir og vera sinnaður at fara undir avbjóðingar
 
Lønar- og setanartreytir
Setanarøkið er Hvalbiar skúli.
Starvið er lønt í lønarflokki 31-3 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og
Føroya lærarafelag. Mánaðarlønin er kr. 44.559,27 umframt 17% í eftirløn.
Starvið verður sett sum sáttmálasett starv, uttan so, at tann setti er tænastumannasettur lærari frammanundan.
Unsóknir
Umsóknir saman við prógvi/-um, CV og møguligum viðmælum skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 5. september 2025.
Umsóknin kann sendast við posti til:
Hvalbiar skúli
Norðbergsvegur 16
850 Hvalba
ella við telduposti til:
hva@skulin.fo ella
ed0604f4@skulin.fo
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Eydnu Danielsen, skúlastjóra á tlf. 237587 ella við at senda teldupost til ed0604f4@skulin.fo