Runavíkar Kommunuskúli
Útgivið
21. juni 2024
Útgongur
4. juli 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Søkt verður eftir varaskúlastjóra í tíðaravmarkað starv frá 01.08.2024 til 31.07.2025
Í Runavíkar kommunuskúla eru uml. 510 næmingar í 0. – 10. flokki. Undirvísingin fer fram í tveimum skúlabygningum, Glyvra skúla og skúlanum við Løkin. Í Glyvra skúla ganga næmingar í forskúla og 1. - 3. flokki og í skúlanum við Løkin næmingar í 4. - 10. flokki. Harumframt er eitt sertoymi í Glyvra skúla og skúlanum við Løkin. Í skúlanum starvast í løtuni uml. 70 starvsfólk.

Søkt verður eftir varaskúlastjóra, sum

  • undir ábyrgd og í samstarvi við skúlastjóran og leiðslutoymið annars skal taka lut í og ábyrgd fyri teirri fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluni av virksemi skúlans
  • dugir at samstarva og er fyrikomandi
  • er fúsur at taka á seg uppgávur í samstarvi við og eftir fyriskipan skúlastjórans
  • hevur dagligu leiðsluna av Glyvra skúla
    -
    Í Glyvra skúla verður arbeitt við Betri Vinum, og stórur dentur verður lagdur á bæði trivnaðar- eins og skúlafakligt arbeiði. Harafturat leggja vit stóra orku í at menna tað tónlistarliga tilvitið hjá næmingunum.

Harumframt skal varaskúlastjórin

  • standa á odda fyri fakligari og námsfrøðiligari menning á skúlanum
  • saman við leiðslutoyminum átaka sær fyrisitingarliga ábyrgd
  • saman við leiðslutoyminum skapa virðing fyri skúlanum og umstøður hjá tí einstaka fyri samávirkan og samábyrgd

Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava læraraútbúgving og starvsroyndir í fólkaskúlanum. Tað kann vera fyrimunur at hava viðkomandi leiðsluroyndir. Umsøkjarin eigur at hava:

  • góð leiðslu- og samstarvsevni
  • vilja og evni at royna nýggjar leiðir
  • góðan málsligan førleika á skrift og í talu
  • førleikar at taka neyðugar avgerðir og er sinnaður at fara undir avbjóðingar

Lønar- og setanartreytir
Setanarøkið er Runavíkar kommunuskúli. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum.

Starvið verður lønt í lønarflokki 35.1 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.
Starvið verður sett sum sáttmálasett starv uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.

Skylduga undirvísingartímatalið verður ásett eftir galdandi reglum.

Umsókn við prógvi, CV og møguligum ummælum skal verða Duritu P. Joensen, skúlastjóra í hendi í seinasta lagi hósdagin 4. juli 2024 kl. 12.00.

Umsóknin verður stílað til :
durita.joensen@skulin.fo

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Duritu P. Joensen, skúlastjóra á tlf. 217331 ella 477331.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið