IRF
Útgivið
6. oktober 2022
Útgongur
20. oktober 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit sóknast eftir einum fólki til reingerð og at taka sær av starvsfólkamatstovuni hjá IRF á Hagaleiti í Leirvík. Talan er um nýtt samansett starv, sum tú hevur møguleika at seta tín dám á, og har endamálið er at skapa góðan trivnað fyri starvsfólkini.

Umhvørvispolitikkurin hjá IRF setur út í kortið, at IRF skal vera eitt gott og mennandi arbeiðspláss, har starvsfólkið trívist. Hjá okkum verður dentur lagdur á, at dagliga nýtslan er ábyrgdarfull og burðardygg, og tískil er tað eisini týdningarmikið, at matoyðsl verður avmarkað mest møguligt.

Uppgávur
Uppgávurnar í køkinum fevna um at gera lættan heilsugóðan miðmála til uml. 30 fólk, umframt at borðreiða við felags morgunmati til 60 fólk ein dag um vikuna. Tú kemur at hava ábyrgd av, at køkurin er innbjóðandi og fert at standa fyri innkeypi og tilhoyrandi uppgávum. Uppgávan er eisini í ávísan mun at gera klárt til fundir, hjálpa til tá ið størri tiltøk eru í húsinum og annars aðrar fyrifallandi uppgávur.

Vaskiuppgávan fevnir um reingerð í matstovuni, skrivstovuhølunum og øðrum tilhoyrandi hølum á Hagaleiti.

Starvið er 40 tímar um vikuna, og arbeiðstíðin er vanliga í dagtímunum gerandisdagar. Møguleiki er fyri niðursettari arbeiðstíð, um tú ynskir tað.

Førleikar og væntanir
Royndir frá líknandi arbeiði kann vera ein fyrimunur.

Vit vænta, at

  • tær dámar at gera fjølbroyttan heilsugóðan mat
  • tú ert før/-ur fyri at skipa arbeiðið sjálv/-ur og kanst arbeiða sjálvstøðugt
  • tú ert fyrikomandi og arbeiðssom/-samur
  • góð uppmøting er ein sjálvfylgja í tínari verð

Vit bjóða
Vit bjóða tær eitt starv, har tú hevur ávirkan á, hvussu tú skipar tín arbeiðsdag. Tú verður ein týðandi partur av eini stórari fyritøku, sum hevur virksemi kring allar Føroyar. Starvsfólkahópurin hjá okkum telur áleið 100 starvsfólk og millum hesi teljast mong, ið hava verið hjá felagnum í nógv ár. Vit eru errin av okkara starvsfólkum, sum lyfta eina uppgávu av stórum samfelagsligum og umhvørvisligum týdningi.

Løn- og setanarviðurskiftir
Starvið er lønt sambært fastlønarsáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Ynskiligt er, at tú byrjar í starvinum tann 1. desember ella eftir nærri avtalu.

Umsókn
Umsókn, lívsrensl og møgulig viðmæli skulu sendast til starv@irf.fo í seinasta lagi hósdagin, 20.10.2022.

Um tú hevur spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Andrias Joensen, deildarleiðara, á tlf. 234214 ella Suffíu Høj, HR-leiðara, á tlf. 234237.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið