Útgivið
23. juni 2022
Útgongur
23. juli 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Vitjandi
8

Lýsing

Vit leita eftir einum starvsfólki at vaska í Á handlinum við Sundsvegin. Her hevur tú møguleikan at blíva partur av eini handilsfyritøku í vøkstri og sum tekur ábyrgd og raðfestir góða kundatænastu.

Tín høvuðsarbeiðsuppgáva er at hava ábyrgdina av dagligu reingerðini av handlinum.

Tú hóskar væl til starvið, um tú:

  • Hevur eitt skipað arbeiðslag og altíð ger tingini til fulnar
  • Tekur ábyrgd og hevur hug og vilja at betra um avrikið hjá handlinum
  • Dugir at arbeiða sjálvstøðugt

Um spurningar eru til starvið, ber til at ringja til Hallbjørg Haraldsen, handilsleiðara, á tlf. 214252.

Talan er um 15-20 tímar um vikuna. Arbeitt verður fimm dagar um vikuna. Arbeiðstíðir og løn eftir avtalu.

Skrivlig umsókn skal sendast umvegis heimasíðuna hjá Á handlunum: www.ahandil.fo undir starv.

Avrit av prógvum, CV, viðmælum o.a. skal eisini viðfestast.

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 1. juli 2022.

Um tann rætta umsóknin kemur áðrenn tíðarfreistin er úti , kann starvið verða sett beinanvegin.

Stutt um Á
Á handilsketan er ein samtøka av sjálvstøðugum keypmonnum og lat sínar fyrstu handlar upp 12. mars 2012. Í dag eru 12 Á handlar, sum eru at finna kring alt landið.

Høvuðseyðkennið fyri Á handlarnar er fleiri tilboð, fleiri ferðir um vikuna. Hetta er málið sum vit stremba ímóti.

Í Á handlunum eru vit tilvitaði um okkara ábyrgd av at verja umhvørvið og hava vit m.a. sett í verk átakið ´”Minkað um matoyðsl”. Les meira á www.matoydsl.fo

Les meira um Á ketuna her: www.ahandil.fo

Søk
Legg fíla her leita lokalt...
Captcha

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið

Are you sure you want to delete this file?
/