Hiddenfjord
Útgivið
14. januar 2025
Útgongur
4. februar 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Av tí at virksemið hjá smoltstøðini á Fútakletti økist, tørvra okkum tvey ella trý vaskifólk at arbeiða 30-40 tímar um vikuna, yrkadagar ímillum 8 og 16.

Uppgávurnar eru fjølbroyttar og fata um:

  • at vaska og halda slúsur reinar og ruddiligar
  • at vaska arbeiðsklæðir
  • at vaska kantinu, fundarrúm, skrivstovur og kaffistovur
  • ymiskt annað vaskiarbeiði

Tað er ein fyrimunur, at tú hevur royndir við líknandi starvi.
Tað er tó ikki krav. Tú fært góða upplæring frá okkum.

Vit vænta, at tú:

  • dugir at arbeiða sjálvstøðugt og miðvíst
  • ert arbeiðssom/samur
  • tekur ábyrgd
  • tolir, at alt ikki altíð gongur eftir ánni

Tað er eitt krav, at tú ert røkin og álítandi.
Neyðugt er at hava koyrikort.

Hjá Hiddenfjord vilja vit, at starvsfólkini kenna seg trygg og vird.

Vit bjóða:

  • góð og skipað arbeiðsviðurskifti
  • nútíðar amboð og útgerð
  • eitt fjølbroytt arbeiðspláss við nógvum ymiskum starvsbólkum
  • eitt áhugavert starv

Størvini verða sett skjótast gjørligt ella eftir neyvari avtalu.
Lønin er eftir alarasáttmálanum hjá Føroya Arbeiðarafelag

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Petur Skeel Dahl, rakstrarleiðara, á telefon 210135. petur.dahl@hiddenfjord.com

Skrivlig umsókn við CV og viðkomandi skjølum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 27.01.2025. Umsóknir skulu sendast til starv@hiddenfjord.com.

Hiddenfjord er ein føroysk familjufyritøka, sum alir laks í Føroyum. Felagið hevur verið í stórari menning í mong ár og hevur í løtuni umleið 250 starvsfólk. Fyritøkan hevur smoltstøð, aling, góðskingardeild og søludeild. Á smoltstøðini arbeiða 50 fólk. Hiddenfjord leggur stóran dent á at ala í samljóði við náttúruna

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið