Veðurstovan - Vørn
Útgivið
27. februar 2024
Útgongur
11. marts 2024
Staður
Hoyvíksvegur 69, FO-100 Tórshavn, Faroe Islands
Bólkur
Starvsstaður
T-post
vorn@vorn.fo

Lýsing

Søkt verður eftir dugnaligum og ágrýtnum fólki at taka lut í veðurvaktargongd og menningini av Veðurstovu Føroya.

Ábyrgd og uppgávur
Rætta fólkið skal við tíðini verða ført fyri at taka lut í gerð av veðurvánum, veðurmiðling og taka lut í dagligu uppgávunum á Veðurstovuni so sum at røkja tøkni, veðurstøðir og viðgera data.

Førleikar
Umsøkjarin skal hava viðkomandi útbúgving, ið hevur neyðugu førleikarnar innan stødd- og alisfrøði, so sum B.Sc. ella hægri innan veðurfrøði, orkuverkfrøði, verkfrøði, alisfrøði v.m. Eisini skal umsøkjarin helst hava viðkomandi royndir og kenna til grundleggjandi dataviðgerð og forritan.

Aðrir førleikar sum dentur verður lagdur á:

  • góð samstarvsevni og hug at arbeiða sjálvstøðugt og miðvíst
  • smidligan hugburð til broytilig arbeiðsviðurskifti
  • góð evni at samskifta á føroyskum, donskum og enskum umframt áræði at miðla

 

Løn og setanartreytir
Setanar- og lønartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelagið. Starvið er fulltíðarstarv.

Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið og deildir/stovnar undir tí, umframt hini aðalráðini.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Bárð A. Niclasen, deildarleiðara á Veðurstovuni, á tlf. 231320 ella á telduposti bardurn@vorn.fo

Umsóknir
Umsókn saman við avritum av prógvum, CV og viðkomandi skjølum skulu sendast til:

  • Vørn, Yviri við Strond 3, postrúm 1238, 110 Tórshavn
  • ella sum teldupostur til: vorn@vorn.fo (viðheftar fílur skulu vera í PDF formati)

 

Umsóknin skal vera Vørn í hendi innan mánadagin tann 11. mars 2024 kl 12:00.

Starvið verður sett skjótast til ber.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið