VØRN
Útgivið
5. oktober 2022
Útgongur
24. oktober 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Søkt verður eftir fólki við viðkomandi útbúgving til barsilsfarloyvisstarv á Veðurstovu Føroya.

Stutt um Veðurstovuna
Veðurstovan er nýliga byrjað, og nógvar ymiskar spennandi uppgávur eru settar í verk. Vit eru eitt lítið toymi, sum gera veðurvánir, veðurmátingar og eru byrjað at menna miðling, forrit og modellering til frama fyri almenna føroyska veðurtænastu og tilbúgving. Eisini fara vit at gera kanningar og gransking innan veður og veðurlag.

Starvið
Vit hava í sambandi við barsilsfarloyvið brúk fyri einum ágrýtnum og veðuráhugaðum fólki, ið kann taka lut í dagliga arbeiðinum á Veðurstovuni. Rætta fólkið skal helst innan ikki ov langa tíð verða ført fyri at stuðla undir gerð av veðurvánum, greining av veðurdata og taka lut í menningararbeiði. Í tann mun tað er neyðugt, verður ein upplæringartilgongd partur av starvinum.

Førleikar
Vit vænta, at tú hevur útbúgving frá hægri lærustovni innan viðkomandi fakøki, so sum veðurfrøði ella náttúruvísindi, t.d. BSc/MSc í havfrøði, alisfrøði, orkuverkfrøði, verkfrøði v.m. Tað er sjálvandi ein fyrimunur, í so fall at umsøkjari hevur royndir frá operationellari veðurtænastu.

Aðrir førleikar, sum dentur verður lagdur á:

  • góðan kunnleika til veðurviðurskifti og veðurvánir
  • góð samstarvsevni og hug at arbeiða sjálvstøðugt og miðvíst
  • góð evni at samskifta á føroyskum, donskum og enskum
  • góðir telduførleikar og royndir innan dataviðgerð

Løn og setanartreytir
Setanar- og lønartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og
Akademikarafelagið. Starvið er eitt ára fulltíðar-farloyvisstarv.
Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið og deildir/stovnar undir tí, umframt hini aðalráðini.

Tænastustaðurin er á Veðurstøðini við Hoyvíksvegin í Havn.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Bárður A. Niclasen, deildarleiðara á Veðurstovuni, á tlf. 231320 ella á telduposti bardurn@vorn.fo

Umsóknir
Umsókn saman við avritum av prógvum, CV og viðkomandi skjølum skulu sendast sum teldupostur til: journal@vorn.fo (viðheftar fílur skulu vera í PDF formati)
Umsóknin skal vera Vørn í hendi innan mánadagin tann 24. oktober 2022.

Starvstíðin verður frá 1. desember 2022, ella skjótast gjørligt, og eitt ár fram.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið