VEKS
Útgivið
13. september 2021
Útgongur
27. oktober 2021
Staður
Bakkavegur 59, 350 Vestmanna., Falkland Islands (Malvinas)
Starvsstaður

Lýsing

Hesi størv eru leys at søkja til Korndalsbýlið á Eiði, sum eisini fevnir um útiøkið á Eysturoynni við Sundalagið og við Gjógv.

  • Sjúkrarøktarfrøðingur, brøk 0,8.
  • Heilsurøktari, brøk 0,8.
  • Heilsuhjálpari, brøk 0,8.

Byrjanardagur eftir avtalu.
Førleikar / krøv
Vit sóknast eftir fólki sum m.a. hava:

  • jaligan hugburð til virksemið og sosiala umhvørvið í síni heild, í tøttum samstarvi við leiðarar, fakbólkar, starvsfólkahóp og einstaka borgaran.
  • viðkomandi útbúgving og góðkenning og áhuga fyri at menna eldraøkið.
  • telduførleika á brúkarastøði.
  • koyrikort til persónbil.

 

Vit kunnu bjóða

  • fjølbroytt størv.
  • jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi.
  • skipaða innleiðslu.

 

Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarstaðið er Heimatænastan í VEKS, við útgangsstøði frá staðnum, sum nevnt er omanfyri.

Arbeitt verður í skiftandi vaktum.

Størvini verða sett sambært sáttmála hjá avvarðandi fakfelag.

Umsóknir
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, lívsrensli (CV), viðmælum v.m. skal sendast til veks@veks.fo ella til: Heimastænastan í VEKS, Bakkavegur 59, 350 Vestmanna.

Freist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 27. septembur 2021, kl. 12:00.

SØK STARVIÐ

 

 

Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til:

  • Helfrid Kruse Poulsen, eindarleiðara á Korndalsbýlinum, á telefon 793259.

Upplýsingar um VEKS og virksemi okkara, eru á heimasíðuni www.veks.fo

Líknandi størv

18. april 2024
18. april 2024
16. april 2024

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið