Lýsing
Vilt tú at gerast partur av dugnaligum toymi á nýtímans kanningarstovu á altjóða støði? Hevur tú hug at gera kanningar fyri vinnu, kommunur og umhvørvið í Føroyum og uttanlands?
Thetis er í stórari menning og tú verður ein týðandi partur av hesi menning.
Um starvið
Sum laborantur á Thetis verður tín fremsta uppgáva at gera fjølbroyttar kanningar og tryggja góða tænastu til kundarnar. Uppgávurnar fevna í høvuðsheitum um:
- at gera mikrobiologiskar kanningar
- at gera kemiskar kanningar
- at gera mýlalívfrøðiligar kanningar
- at taka og heinta prøvar úti hjá kundum
- at vera opin fyri at læra nýggjar kanningarhættir
- at vera kundavinalig/ur og tænastusinnað/ur
- at vera fleksibul og taka ábyrgd
Tín vangamynd
Tú ert útbúgvin laborantur, bioanalytikari ella líknandi, og hevur starvsroyndir við kemiskum og mikrobiologiskum umhvørviskanningum. Tað er ein fyrimunur, um tú eisini hevur royndir við mýlalívfrøðiligum kanningum. Tú klárar teg væl á føroyskum í skrift og talu, og dugir eisini grundleggjandi enskt. Vit vænta, at tú hevur koyrikort.
Tú arbeiðir skipað og fert ágrýtin til verka. Tú hevur ein jaligan hugburð og ábyrgd mótvegis uppgávum, kundum og starvsfeløgum. Tú ert ágrýtin og setur teg inn í tingini og biður um hjálp, tá tørvur er fyri tí. Tú hevur áræði, ert røkin og kanst arbeiða sjálvstøðugt og í toymi, ert opin fyri tillagingum í starvinum og fyri at átaka tær nýggjar uppgávur.
Um Thetis
Thetis er ein privat akkrediterað kanningarstova, ið ger kemiskar, mikrobiologiskar og mýlalívfrøðiligar kanningar. Vit arbeiða innan matvøruframleiðslu, fiski-og alivinnu, kommunala geiran og umhvørvið í Føroyum og uttanlands. Okkara virksemi er í stórari menning og vit flyta okkum inn á nýggj virkisøkir. Harumframt bjóða vit:
- eitt gott fakligt og sosialt arbeiðsumhvørvi
- fleksiblar arbeiðstíðir
- møguleika fyri fakligari menning
- eitt arbeiðspláss í støðugari menning
Løn og setanarviðurskifti
Starvið er fulltíðarstarv umframt eina mánaðarliga vikuskiftisvakt, og verður sett skjótast til ber. Møguleiki er fyri niðursettari tíð, um ynski er til tess. Løn og setanartreytir eru sambært avtalu. Starvssamrøður verða í viku 48.
Arbeiðsstaður er í nýtímans og vælútgjørdu hølunum í Saltangará.
Vit rokna við, at tú kanst byrja í starvinum við ársbyrjan í 2025.
Meira kunning um starvið fæst við at venda tær til Elin Djurhuus Joensen, stjóra, á telefon 79 18 00 ella til elin@thetis.fo
Umsóknarfreistin er 21. november
Send okkum umsókn tína við prógvi, lívrensli og møguligum viðmælum til elin@thetis.fo í seinasta lagi 21. november á midnátt. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði