Runavíkar Kommuna
Útgivið
28. maj 2025
Útgongur
30. juni 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Ófaklært, Fulltíðarstarv, Partíðarstarv

Lýsing

Námsfrøðingar og hjálparfólk til Sóljuhjarta! Eitt stað, har børn, náttúra og námsfrøði vaksa saman.

Dámar tær at arbeiða við børnum í einum mennandi og fakliga sterkum umhvørvi? So er hetta tín møguleiki!

Vit í Sóljuhjartanum leita eftir hjartaligum og eldhugaðum starvsfólkum til bæði vøggustovur, barnagarðsstovur og okkara náttúrbarnagarð í Æðuvík.

Størvini eru til setan so skjótt sum gjørligt, og tú, sum verður liðug/ur sum námsfrøðingur í summar, ert eisini hjartaliga vælkomin at søkja.

Vit sóknast eisini eftir avloysarum, sum kunnu boðsendast eftir tørvi.

Um Sóljuhjarta
Vit eru ein stovnur við 4 vøggustovum, 4 barnagarðsstovum og einum náttúrbarnagarði í Æðuvík.
Í dag eru vit 40 dugnalig og íðin starvsfólk, ið saman skapa eitt stað, har námsfrøði, trivnaður og spæligleði eru í miðdeplinum.

Vit bjóða tær:

  • Eitt fakligt og mennandi arbeiðspláss við fjølbroyttum og spennandi uppgávum
  • Møguleikan at seta tín dám á gerandisdagin hjá børnunum
  • Eitt arbeiðspláss, har barnið, bólkurin og námsfrøðin eru í miðdeplinum

Vit vænta, at tú:

  • Hevur savnandi og umsorganarfullan hugburð
  • Ert opin, erlig/ur, fyrikomandi og álítandi
  • Leggur dent á ein innihaldsríkan og tryggan gerandisdag hjá hvørjum einstøkum barni
  • Hevur gott yvirlit og dugir at skipa ein dynamiskan dag
  • Ert nýhugsandi og ígongdsetandi, og megnar broytingar
  • Sært møguleikar í náttúruni og dugir at brúka hana sum part av námsfrøðini
  • Hevur góð samskiftis- og samstarvsevni

Setanarviðurskifti:
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF) og Føroya Pedagogfelag.

Soleiðis søkir tú:
Send umsókn, prógv, lívsrensl og viðkomandi skjøl umvegis Alfred ella til:
soljuhjarta@runavik.fo

Spurningar?
Ring til Káru Løkin, leiðara, á 297171, um tú vilt vita meira.

Líknandi størv

Summarferiuavloysari til Suðuroyar Sparikassa í Havn   Falkland Islands (Malvinas) nýtt
28. maj 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið