Strandfaraskip Landsins
Útgivið
28. januar 2026
Útgongur
10. februar 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Strandferðslan hevur sett ferð á at dagføra og menna tænastuna á Bygdleiðum, soleiðis at almenna busstænastan í framtíðini verður eitt enn betri og sterkari alternativ til flytføri
hjá føroyingum og teimum, ið vitja oyggjarnar.

Vit leita tí eftir ídnum verkætlanarleiðara til komandi útbjóðing av Bygdaleiðum, ið skal standa á odda fyri tilgongdini at savnda týðandi vitan og royndir frá brúkarum og
áhugabólkum, og tilrættisleggja ein dagførdan leist fyri komandi ferðaætlanum, tænastum, eftirliti og útbjóðingini av Bygdaleiðum. Tilgongdin er umfatandi og krevur tí
gott hegni at skipa verkætlanina væl, og góð samstarvsevni til at skapa framgongd í arbeiðinum.

Talan er um eitt fulltíðarstarv, har tín starvsstaður er á høvuðsskrivstovuni á Tvøroyri við tilvísing til deildarleiðaran á Samferðsludeildini. Tá ið verkætlanin er liðug, verður starvið
til eitt fast starv í umsitingini, har uppgávu- og ábyrgdarøkið er tað sama.

Høvuðsuppgávurnar sum verkætlanarleiðari eru at:

  • Samskipa tilgongina av at savna vitan og royndir frá verandi busskoyring
  • Endurskoða verandi ferðaætlanir
  • Endurskoða tænastustøði fyri bygdaleiðir
  • Endurskoða leistin fyri fíggjarstýring á bygdaleiðum
  • Orða dagførda menningarætlan fyri tøkni og samskiftismarkamótum til
    bygdaleiðir
  • Gera kravfesting fyri rakstrargøgn (bussar) og umhvørvisloysnum
  • Dagførda mannagongdir innan góðskustýring, eftirlit og trygd
  • Samskipan av løgfrøði og endaligum útboðstilfari.

Eitt starv við fyrimunum
Strandferðslan er ein livandi fyritøka, ið hevur nógvar ymiskar uppgávur. Okkara høvuðsuppgáva er at binda Føroyar saman, og vit hava tørv á einum starvsfólki, sum
ynskir at gerast partur av okkara menning, og sum hevur ein opnan og forvitnan hugburð.

Um teg:
Fyri at kunna søkja hetta starvið krevst at tú hevur:

  • Viðkomandi útbúgving og royndir við verkætlanum innan logistikk ella líknandi royndir
  • Megnar at leiða størri verkætlanir, har atlit skal takast til nógvir áhugabólkar
  • Ert álítandi og hevur skipaða tilgongd til arbeiðið
  • Hevur drúgvar royndir at arbeiða við og at greina fíggjar- og hagtøl
  • Dugir væl at samskifta skrivliga og munnliga á føroyskum og enskum
  • Royndir innan almenna fyrisiting
  • Góðar telduførleikar og royndir við planleggingar- og logistikkskipanum

Onnur viðkomandi krøv
Í hesum starvi er ynskiligt, at tú ert virkin, nýhugsandi og hevur opinleika fyri broytingum. Vit vænta, at tú hevur góð samstarvsevni, ert ágrýtin, álítandi og hevur tænastusinnaðan atburð. Eisini er týdningarmikið, at tú dugir væl at samskifta bæði innanhýsis og uttanhýsis, og at tú arbeiðir stundisliga og effektivt.

Setan, løn og umsókn
Starvið verður sett og verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Sólfríð Bech, virkandi samferðsluleiðara, á tlf. nr. +298 293012 ella á sob@ssl.fo.

Umsóknarfreistin er 9. februar 2026.

 

Um okkum
Strandfaraskip Landsins – ella Strandferðslan – virkar kring alt landið allar dagar í árinum frá árla á morgni til út á midnátt. Endamálið er at lúka landsins tørv á innanlands fólkaog farmaflutningi.

Strandferðslan umsitur í dag tilsamans 30 farleiðir: 7 oyggjaleiðir (8 ferjur) og 23 bygdaleiðir (48 bussar). Í 2023 var samlaða ferðafólkatalið knappar 1,25 millión, harav
725.000 við ferjunum og 520.000 við bussunum. Í hesum tíðarskeiðnum fluttu Strandfaraskip Landsins 188.000 akfør.

Starvsfólkahópurin er umleið 180 fólk, og høvuðsskrivstovan er á Tvøroyri

Líknandi størv

Móttøkufólk til Norrönu   Faroe Islands nýtt
4. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið