Búsetur
Lýsing
Vit søkja eftir verkætlanarleiðara / byggifrøðingi
Hevur tú hug at leiða spennandi byggiverkætlanir og tryggja, at tær verða framdar til tíðina, innan fyri fíggjarætlan og við høgari góðsku? So er tað kanska tær vit leita eftir.
Um starvið
Sum verkætlanarleiðari/arbeiðsleiðari fært tú ein lyklaleiklut í okkara verkætlanum. Tú verður partur av einum fakliga sterkum toymi og fert at hava ábyrgd av dagligari leiðslu og framdrift í verkætlanum.
Tínar uppgávur verða m.a.:
- At tryggja, at verkætlanir verða framdar eftir tíðarætlan, innan fyri fíggjarætlan og við góðsku í hásæti.
- At taka tær av bæði fyrisitingarligum og praktiskum uppgávum.
- At hava ábyrgd av fíggjarstýring, góðskutrygging, innkeypi og samskifti við byggiharrar, ráðgevar og undirveitarar.
- At samstarva tætt við arbeiðstoymi og verkætlanarleiðslu fyri at tryggja eina smidliga verkætlanargongd.
Vit vænta, at tú:
- Hevur útbúgving sum verkfrøðingur ella byggifrøðingur.
- Hevur royndir at leiða verkætlanir.
- Hevur gott yvirlit og dugir at skipa arbeiðið, og hugsa í praktiskum og burðardyggum loysnum.
- Hevur ein greiðan leiðsluhugburð og førleikar at samskifta við ymiskar partar.
- Hevur royndir við Sigma, MS project og Revit.
Vit bjóða tær:
- Eitt spennandi og fjøltáttað starv við avbjóðingum og ábyrgd.
- Góðar møguleikar fyri fakligari og persónligari menning.
- Løn eftir avtalu, ið samsvarar við førleikar og royndir.
- Umsóknarfreistin er 17. august 2025 og samrøður verða møguliga hildnar leypandi.